Tveir dystir í seinasta umfarinum í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Fraklandi eru leiktir. Norra og Danmark hava verið í eldinum, og bæði liðini vunnu.
Eftir tríggar ósigrar á rað hevði Danmark útpælt sín møguleika fyri at koma í hálvfinaluna. Danska liðið reisti seg tó í dag og vann tepran sigur á Montengro, ið harvið misti sín møguleika at koma víðari. Danmark var omaná í 1. hálvleiki, men Montenegro át seg innaftur í 2. hálvleiki. Talan var um ein fysiskan dyst við tveimum sterkum verjum. Anne Mette Hansen gekk á odda í báðum endum, skoraði 6 mál og gjørdist dagsins leikara.
Um Russland og Frakland vinna í kvøld, skal Danmark spæla um 5. plássið, og hetta hevur týdning fyri møguleikan at spæla seg til OL.
Norra helt fast í møguleikan at koma víðari við sigri á Spania. Evropameistararnir kunnu koma í hálvfinaluna, um Rumenia tapir fyri Ungarn í kvøld. Fimm lið kunnu enda á 6 stigum í bólki 2, og so verður talan um eitt størri roknistykki. Eftir ein javnan og málríkan 1. hálvleik settu norsku kvinnurnar tingini uppá pláss í 2. hálvleiki og vunnu trygt.
Tveir dystir eru í gongd í løtuni og tveir verða leiktir seinni í kvøld.
Bólkur 1:
Danmark - Montenegro 24-23 (15-11)
17.00: Ungarn - Rumenia
20.00: Serbia - Frakland
Russland 8
Frakland 5
Danmark 4 *
Montenegro 4 *
Svøríki 3
Serbia 2
*Ein dyst fleiri
Bólkur 2:
Spania - Norra 26-33 (17-18)
17.00: Ungarn - Rumenia
20.00: Holland - Týskland
Rumenia 6
Norra 6 *
Holland 6
Týskland 4
Ungarn 4
Spania 0 *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald