Seinastu tveir dagarnar eru tey trý mótstøðuliðini hjá Føroyum komin til landið, og í dag er fyrsti leikdagur í EM-undankappingini. Nú klokkan 13 hittast Slovenia og Aserbadjan á Tórsvølli, og klokkan 17.30 skulu føroysku genturnar í eldin kl. 17.30, tá tær spæla móti Noregi.
- Líka síðani eg var smágenta, havi eg verið til næstan allar A-landsdystir á Tórsvølli. At eg hesa ferð ikki skal sita í áskoðarafjøldini, men sjálv skal umboða landið og enntá á heimavølli, verður uttan iva spennandi, og eg gleði meg ómetaliga nógv, sigur Hanna D. Olsen úr B36, ið er annar føroyski málverjin.
Les meira: Hanna gleðir seg at umboða Føroyar á heimavølli
Spælt verður aftur sunnudagin, og seinasta umfarið er mikudagin kl. 13:00, tá verður spælt bæði á Ovara Vølli í Gundadali og á Tórsvølli. Hósdagin fara liðini av landinum aftur. Føroyar hava seinastu árini verið vertur fyri nøkrum NM-kappingum; í fjør vóru talan um U17-dreingir, ið vóru vertir. Nú er tað EM-undankapping, og hetta er eitt slag av fyrireiking til um eitt og eitt hálvt ár, tá Føroyar verður vertur fyri EM-endaspælinum hjá U17-gentum.
- Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum, sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið dagliga spælur við felagsliðnum AB/B71.
Les meira: Føroysku genturnar leggja seinastu hond á fyrireikingarnar
FSF boðar frá, at tað eru ikki bert føroyskir leikarar, ið taka lut í kappingini. Teir báðir føroysku dómararnir Petur Páll Winther og Rani A. Skaalum koma at vera partur av dómaratoyminum kring dystirnar.
Fótbóltssambandið boðar eisini frá, at tað er ókeypis atgongd til allar dystir, og dystirnir hjá Føroyum verða eisini vístir á Ras 1 hjá Televarpinum. Vit verða til staðar á Tórsvølli í kvøld við myndatólinum. Til ber at fylgja gongdini í dystinu á forsíðu okkara og aftaná taka vit samanum.
Skráin:
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia
17:30 Norra – Føroyar
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Norra – Aserbadjan
17:30 Slovenia – Føroyar
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan
13:00 Slovenia - Norra (á Ovara vølli)
Hópurin:
Ró á Lakjuni, KÍ
Hanna Dahl Hansen, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Ronja Leonsdóttir, AB/B71
Fridrikka Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir, AB/B71
Jenny R. Petersen, ÍF
Nancy Einarsson, TB
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Bjørk F. Joensen, HB
Ester Ellingsgaard, HB
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Karin Áslakksdóttir, Víkingur
Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur
Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)
Øssur Hansen er landsliðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald