- Eg gleði meg nógv til at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli og vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla okkum. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit hava havt nógvar og góðar venjingar. Um vit hava rættan hugburð og gera okkara allar besta, so skulu vit nokk fáa okkurt stig. Tað hevði verið fantastiskt.
Soleiðis sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið er ein av teimum 18 leikarunum, sum komandi vikuna skal spæla EM-undankapping í Føroyum.
Judith Eilersdóttir Rasmussen av Argjum - her í venjingardysti fyri kortum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Argjagentan hevur saman við hinum fyrireika seg sera væl til uppgávuna. Síðani tíðliga í summar hevur hópurin havt regluligar venjingar. Í mai var liðið til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har U17-genturnar spældu tríggjar venjingardystir. Ein av teimum var ímóti Aserbadjan, og Judith sigur soleiðis við heimasíðuna hjá FSF um avbjóðingina og mótstøðuna:
- Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum.
Les eisini: Hanna gleðir seg at umboða Føroyar á heimavølli
Fyrsti dysturin er ímóti Noreg. Í senastu viku vann Noreg heili 13-0 á Tórsvølli, tá A-landsliðini hittust. Landið er eisini sterkt í ungdómsfotbólti, og verður mett sum greiðir favorittur at vinna kappingina. Tí fáa føroysku genturnar seg av álvara royndar í morgin.
Skráin fyri EM-undankappingina í Føroyum:
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia
17:30 Norra – Føroyar
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Norra – Aserbadjan
17:30 Slovenia – Føroyar
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan
13:00 Slovenia - Norra (á Ovara vølli)
Allir dystirnir hjá Føroyum verða leiktir á Tórsvølli
Hópurin:
Ró á Lakjuni, KÍ
Hanna Dahl Hansen, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Ronja Leonsdóttir, AB/B71
Fridrikka Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir, AB/B71
Jenny R. Petersen, ÍF
Nancy Einarsson, TB
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Bjørk F. Joensen, HB
Ester Ellingsgaard, HB
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Karin Áslakksdóttir, Víkingur
Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur
Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)
Øssur Hansen er landsliðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald