Hósdagin verður startskotið til EM-undankapping á føroyskari jørð. Talan er um fýra U17 landslið við gentum, ið kappast um pláss í EM.
Ein av leikarunum á føroyska liðnum er 16-ára Hanna Dahl Hansen úr Havn, og hon sær veruliga fram til at umboða Føroyar á heimavølli:
- Líka síðani eg var smágenta, havi eg verið til næstan allar A-landsdystir á Tórsvølli. At eg hesaferð ikki skal sita millum áskoðararnar men sjálv skal umboða landið, og enntá á heimavølli, verður uttan iva spennandi, og eg gleði meg ómetaliga nógv.
Dystirnir verða leiktir í døgunum 17. til 23. oktober, og tað verða sterk mótstøðulið, ið føroyska U17-liðið skal royna seg ímóti - serliga tvey tey fyrru:
- Eg gleði meg til at spæla móti londum sum Norra og Slovenia, sum bæði tvey eru millum tey bestu innan kvinnufótbólt. Tað eru tvey rættuliga góð lið, so ímóti teimum skulu vit vænta harða mótstøðu
Seinasta mótsstøðuliðið er Aserbadjan, ið Føroyar tapti 2-0 fyri í menningarkapping í mai. Í tí dystinum fekk føroyska liðið eina sera ringa byrjan, men talan var annars um javnan dyst:
- Aserbadjan verður helst eitt sindur øðrvísi. Vit hava møtt teimum fyrr í ár, og tá var munurin ikki so stórur, so eg vænti, at har kunnu vit fáa eitt gott úrslit, sigur Hanna Dahl Hansen
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til EM-undankappingina, sum um fáar dagar verður spæld á Tórsvølli og á Ovara vølli í Havn. Sum liður í fyrireikingunum, vóru U17-genturnar fyrr í ár til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har tær møttu Hvítarusslandi, Kasakstan og Aserbadjan.
- Í Hvítarusslandi fingu vit at vita, hvussu vit fóru at spæla og hvat vit skuldu gera, fyri at betra okkum til EM-undankappingina. Sìðani tá hava vit eisini vant nógv saman, og eisini hvør sær hava vit vant miðvíst til kappingina, sigur Hanna Dahl Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
- Um allar geva alt, og eitt sindur afturat, við hørðum arbeiði og stríðsvilja, so vóni eg at vit kunnu fáa eitt gott úrslit. Hetta verður ein stór uppgáva, sum vit allar gleða okkum til.
Skráin:
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia
17:30 Norra – Føroyar
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Norra – Aserbadjan
17:30 Slovenia – Føroyar
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan
13:00 Slovenia - Norra (á Ovara vølli)
Hópurin:
Ró á Lakjuni, KÍ
Hanna Dahl Hansen, B36
Birita P. Rasmussen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Ronja Leonsdóttir, AB/B71
Fridrikka Clementsen, AB/B71
Judith Eilersdóttir, AB/B71
Jenny R. Petersen, ÍF
Nancy Einarsson, TB
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Bjørk F. Joensen, HB
Ester Ellingsgaard, HB
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Karin Áslakksdóttir, Víkingur
Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur
Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)
Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)
Øssur Hansen er landsliðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald