Fótbóltur

EM undankappingin fer nú í gongd

Tíggju dystir verða leiktir kring Evropa í dag.

Hazard og Belgia endaðu á triðja plássi til HM í Russlandi seinasta summar. Teir byrja EM-undankappingina við at taka ímóti russum í kvøld
(Mynd: EPA)

Hazard og Belgia endaðu á triðja plássi til HM í Russlandi seinasta summar. Teir byrja EM-undankappingina við at taka ímóti russum í kvøld (Mynd: EPA)

2019-03-21 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú tveir dagar til føroyska A-landsliðið skal í eldin í undankappingini. Fyrsti dysturin verður her á Malta.

Longu í dag eru fyrstu dystirnir í kappingini, sum avger hvørji 24 lið koma við til EM-endaspælið í 2020. Tíggju dystir eru á skránni í fýra ymiskum bólkum.

Eingin veruligur stórdystur er. Silvurvinnararnir frá HM og spenanndi hollendska liðið skulu í dyst, og so er áhugaverd miðevropeisk uppgerð í bólki G. Ovast seedaður liðini í bólki I er í kvøld í Belgia, har tvey lið ið stóðu seg væl í HM hittast.

Skráin í dag: 

Bólkur C:
19.45: Holland - Hvítarussland
           Norðurírland - Estland

Fimm lið eru í bólkinum - Týskland hevur frí 1. umfar

Bólkur E

19.45: Kroatia - Aserbadjan
           Slovakia - Ungarn 


Fimm lið eru í bólkinum - Wales hevur frí 1. umfar

Bólkur G: 
19.45: Ísrael - Slovenia
           Makedónia - Lettland
           Eysturríki - Pólland

Bólkur I: 
15.00: Kasakhstan - Skotland
17.00: Kýpros - San Marino
19.45: Belgia - Russland


           

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder