Hondbóltur

EM-undankappingin hjá kvinnunum fer í gongd aftur í annaðkvøld

Føroyar taka í Høllini á Hálsi móti Eysturríki, ið er stórfavorittur undan dystinum. Talan er um triðja umfar í bólkinum.

Føroyar spældu seinast í oktober, tá Danmark var á vitjan (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar spældu seinast í oktober, tá Danmark var á vitjan (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-01 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er ein søguligur dystur, tí hesi londini hava ikki spælt áður í tílíkum dysti í altjóða hondbólti.

Eysturríki var til HM-endaspæli í desember, har tað eydnaðist at vinna á Kroatia, men har liðið fór út eftir bólkaspæli.

Í hesari undankappingini til EM seinni í ár hevur Eysturríki fingið eitt stig. Tað kom á heimavølli móti Rumenia í 2. umfari, sum var í oktober. Nakrar dagar frammanundan hevði Eysturríki tapt við fimm málum í Danmark. 

Tað eru helst Eysturríki og Rumenia, sum fara at kappast um 2. pláss aftanfyri sterka danska liðið, sum vann við tjúgu málum á Føroyum í 2. umfari. Í fyrsta dystinum, ið var í Rumenia, vóru okkara væl við í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin dró heimaliðið frá og vann við sjey málum.

Tað er nógv, sum bendir á, at Eysturríki fer at vinna í Høllini á Hálsi í annaðkvøld, og liðið er eisini stórfavorittur sambært veddingarfyritøkunum. Tó hevur føroyska liðið spennandi spælarar og nú millum annað ein málverja, sum er farin at spæla í bestu donsku deildini. 

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen til landsliðsvenjing í Føroyum í heyst. Nú spælir 22-ára gamla hoyvíkskvinnan í donskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Sonni Larsen verður aftur at síggja í HSF-búna í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta verður fyrstu dystur, har Sonni Larsen stendur á odda fyri kvinnulandsliðnum. Danin, ið áður hevur stjórnað manslandsliðnum og U21, hevur tikið yvir fyri Dragan Brljevic, ið fyri jól støðgaði av heilsuávum. 

Dysturin í annaðkvøld, mikudagin 2. februar, byrjar 19.00. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo


Hópurin til dystin:


Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ingibjørg Olsen, H71 *
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71

Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

Kom inn í hópin orsakað av skaðanum, sum Tóra Eliasen fekk í dystinum móti H71 leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder