Fótbóltur

EM-undankappingin: Lutakastið verður í dag

Tíðliga seinnapartin verður greitt, hvussu føroyska A-landsliðið skal spæla í komandi undnakapping..

(Mynd: Sveri Egholm)

(Mynd: Sveri Egholm)

2019-02-21 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kl.12.30 verður lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum. Ensaspælið verður í Onglandi í 2021. 48 onnur lond skulu kappast um hini 15 plássini. Soleiðis eru londini seedaði: 

1: Frakland, Týskland, Holland, Spania, Svøríki, Norra, Sveis, Skotland, Italia

2: Eysturríki, Danmark, Ísland, Belgia, Russland, Wales, Ukraina, Finnland, Kekkia

3: Portugal, Írland, Pólland, Rumenia, Serbia, Slovenia, Ungarn, Bosnia, Hvítarussland

4: Turkaland, Slovakia, Kroatia, Norður Írland, Grikkaland, Ísrael, Kasakhstan, Albania, Moldova

5: Føroyar, Malta, Makedónia, Estland, Montenegro, Georgia, Lettland, Litava, Aserbadjan, Kýpros, Kosovo

Føroyar kann fáa ein bólk við seks liðum, men tað er størri møguleiki fyri, at tað verða fimm lið í bólkinum. Til ber at flygja við lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder