Í morgun varð kunngjørt, at Hallur Hansson er ársins leikari hjá Horsens. Fyrr í kvøld spældi Víkingur seg í steypafinaluna uppá regluna um útivallarmál. Tað endaði 0-0 í vindinum í Sarpugerði í kvøld eftir 1-1 í fyrru hálvfinaluni á Skála. Leygardagin 30. august í 2014 avgjørdi ein tá 22-ára gamal Hallur Hansson steypafinaluna fyri Víking. Stútarin hjá miðvallaranum í 89. minutti, eftir gott innlegg frá Bárði Hansen úr høgru, tryggjaði Víkingi triðja finalusigurin á rað og tað fjórða útav higartil fimm Løgmanssteypum í søguni.
HB var mótstøðuliðið hjá Víkingi hendan dagin á Tórsvølli, har beint undir 3000 áskoðarar sóu eina tætta finalu millum tvey sterk lið. Hetta var fyrsta steypafinalan, ið HB var í síðani 2007. Tá vann EB/Streymur 4-3 í fantastiskari finalu á Ovara Vølli, og talan var um fyrsta steypið hjá EB/Streymi í søguni. Hetta setti gongd í eitt yvirveldi hjá EB/Streymi og Vìkingi, ið vóru einastu liðini, ið vunnu Løgmanssteypið frá 2007-2015. Tríggjar ferðir hesi árini hittust hesi bæði liðini í finaluni (2009, 2012 og 2013), og Víkingur vann hvørjaferð.
Í 2014 høvdu teir reyðu og svørtu møguleikan at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð í tíggju ár. Men hetta árið endaði tað við tveimum silvurheiðursmerkjum hjá mest vinnandi felagnum í Føroyum. HB hevði annars sínar møguleikar í finaluni, men Víkingur streyk avstað við tí. Nú eru víkingarnir aftur eftir trý ár, og HB stendur annað árið á rað í finaluni og skal royna at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 2004. Tað var Ari Mohr Olsen, ið sendi HB í finaluna í gjárkvøldið, við málið í 89. minutti í Klaksvík.
Steypafinalan í ár verður leikt 21. september á Tórsvølli.
Liðini í finaluni um Løgmanssteypið í 2014:
HB: Teitur M. Gestsson - Alex José Dos Santos, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (L), Andrew av Fløtum, Levi Hanssen, Jógvan Rói Davidsen, Poul Ingason (69' Pál Morh Joensen), René Shaki Joensen
Venjari: Sigfríður Skaale Clementsen
Á bonkinum hjá HB sótu Bárður Johannesen, Kristin R. Mouritsen og Tróndur Jensen, umframt blaðungu leikararnir Teit Jacobsen, Heri Hjalt Mohr og Bartal Wardum.
Víkingur: Geza Turi - Hanus Jacobsen, Atli Gregersen (L), Súni Olsen, Heðin Hansen (64' Filip Djordjevic), Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (60' Andreas Lava Olsen), Finnur Justinussen
Venjari: Heðin Askham
Á bonkinum hjá Víkingi sótu m.a Elias Rasmussen og Gunnar Vatnhamar, ið nú eru fastir menn.
Kelda: Faroe Soccer
Her eru hæddarpunkt av finaluni frá 2014. KVF eigur upptøkuna.
Fótbóltur
Endurtøka av finaluni í 2014
Fyri fimm árum síðani basti Víkingur HB við seinum málið í steypafinaluni.
Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen og Andreas Lava Olsen vóru allir við í finaluni í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-05-23 21:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald