Fótbóltur

Enn ein Magnus úr Víkingi til EB/Streym

20-ára gamli Magnus Heinason hevur spælt allar tríggar venjingardystirnar higartil við EB/Streymi. Í gjár skoraði hann móti ÍF, og sáttmálin kom eisini í hús.

Magnus saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður í gjár (Mynd: eb-streymur.fo)

Magnus saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður í gjár (Mynd: eb-streymur.fo)

2020-01-26 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Steffan Løkin er farin aftur til NSÍ, eftir at hann var leigaður út til EB/Streym farna kappingarár. Hann spældi 23 dystir í Betrideildini, og var harvið tann álopskendi leikarin hjá liðnum við flest dystum - og eisini minuttum. Í ár kemur tað helst serliga at hanga á 20-ára gamla Niklas Kruse, ið hevur skorað tvær ferðir í trimum venjingardystum - í Sarpugerði og í Fuglafirði í gjár.

Í Sarpugerði seinasta leygardag spældi Magnus Heinason á fyrsta sinni fyri EB/Streym; hann byrjaði inni móti barndómsfelagnum. Í Fløtugerði í gjár skoraði Magnus sítt fyrsta mál fyri felagið í 3-2 sigrinum á ÍF. Niklas legði upp til gøtumannin, og javngomlu áleypararnir eru nú alment liðfelagar. Eftir dystin í gjár kunngjørdi EB/Streymur, at Magnus Heinason hevur skrivað undir ein sáttmála við EB/Streym fyri komandi kappingarár. 

Magnus varð í 2018 skiftur inn í seks dystum í Betrideildini, og í tí fyrsta av teimum skoraði hann útjavnandi málið fyri Víking á Eiði móti júst EB/Streymi. Nú skal hann royna at skjóta mál fyri teir í svørtum og bláum. Kopsliga sterki ungi maðurin kann eisini røkja onnur pláss enn fremsta plássi.

Í fjør var Magnus Heinason ikki á nøkrum dómaraseðli í Betrideildini. Hann leikti 10 dystir í 1. deild. Í júst tí deildini hevur Magnus sambært FaroeSoccer spælt 65 dystir og skorað 13 mál. Eins og navnabróðurin Magnus Jarnskor, ið eisini er úr Norðragøtu og sum hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í Sarpugerði, skiftir Magnus Heinason nú til EB/Streym úr Víkingi fyri at av álvara royna seg í Betrideildini.  

18-ára gamli hoyvíkingurin Sìmun Sólheim hevur eisini vant við EB/Streymi og spælt í øllum venjingardystunum hjá liðnum í januar. Har er tó eingin sáttmáli uppá pláss enn. Nú er tó endaliga greitt, at verjuleikarin Árni Grunnveit Olsen heldur fram í felagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder