Eftir at Jóhan Troest Davidsen í dag hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ, er hópurin so at siga komin uppá pláss við Løkin. Petur Knudsen hevur í vikuni verið og royndarvant við Vali í Reykjavík, og tí er óvist við honum. Pól Jóhannes Justinussen er fyribils givin
Miðvallarin Alfred Sankoh, ið seinast spældi í næstbestu deildini í Noreg, er einasti útlendski leikarin í hópinum og er avloysarin hjá Peder Nersveen. Karstin Hansen (er í Danmark í útbúgvinarørindum til í mai), Jákup Jakobsen og Haraldur Højgaard eru komnir av Skála, og Rógvi Egilstoft Nielsen og Steffan Abrahamsson Løkin eru komnir úr EB/Streymi. Eins og Karstin er Steffan komin aftur til barndómsfelagið, eftir at hava verið leigaður úr.
Steffan váttar fyri Portalinum, at hann fer at spæla fyri NSÍ í ár. 19-ára gamli áleyparin hevur sáttmála við felagið fyri 2020. Hann sigur, at hann annars hevði tilboð frá trimum øðrum feløgum.
Í ungdómsdeildunum gjørdi Steffan um seg við nógvum málum, og í 2018 gjørdist hann næstovast á toppskjúttalistanum í 1. deild við 17 málum, og spældi í fjør 24 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Har skoraði hann 6 mál.
Steffan Løkin hevur framvegis ikki spælt í venjingardystunum, og er ikki við til dystin, sum byrjaði nú klokkan 14 móti Víkingi við Løkin. Hann gjørdist skaddur í upphitingini til fyrsta venjingardystin ímóti B68 - talan er um ein fibur í forlærinum, ið heldur áleyparanum úti til tíðliga í februar.
Elsti beiggi Steffan, Bogi Løkin, er júst komin heim úr Danmark. Hann venur við ÍF , har miðlingabeiggin Karl Løkin eisini spælir. Bogi var við til venjingardyst móti EB/Streymi fyri løtu síðani. Til ber at síggja yvirlit yvir dagsins fýra venjingardystir á dystir.fo
Fótbóltur
Steffan er aftur í NSÍ
Ungi áleyparin var leigaður út til EB/Streym seinasta ár - hópurin hjá NSÍ er við at koma endaliga uppá pláss.
(Mynd: EB/Streymur)
2020-01-25 14:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald