2020-01-25 12:42
Hann kom aftur til NSÍ úr HB í 2018. Seinastu tvey árini hevur hann verið fastur maður og stinnur í miðverjuni hjá teimum gul og svørtkløddu, og í dag hevur NSÍ kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein nýggjan sáttmála við Jóhan Troest Davidsen.
Tað var annars eitt sindur ivasamt, um miðverjin fór at halda fram. Jóhan hevur tó vant við og spælt í venjingardystunum higartil.
Jóhan Troest Davidsen fyllur 32 ár í komandi viki, og hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 302 dystir í Betrideildini.
Nýggi sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri 2020 og 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald