
NSÍ hevur eftir kappingarenda fingið Harald Reinert Højgaard og Jákup Jakobsen av Skála og Rògva Egilstoft Nielsen úr EB/Streymi. Tó stendur liðið til at missa fleiri umráðandi leikarar: Peder Nersveen og Einar Tróndargjógv og møguliga Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen eisini.
Í dag hevur felagið, ið endaði á 3. plássi farna kappingarár, avdúkað ein nýggjan leikara. Alfred Sankoh skiftir úr norska felagnum Notodden, ið spælir í næstbestu deildini í Noreg.
Sankoh er úr Sierra Lione í Vesturafrika. Hann hevur umboðað A-landsliðið 15 ferðir, og frá 2015-2017 spældi hann í næstbestu turkisku deildini. Annars hevur hann spælt fyri Størmgodset í bestu norsku deildini, og í bestu deildini í Aserbadjan.
NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at nýggi maðurin í hópinum er sera royndur og sterkur. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald