placeholder
Fótbóltur

Enn ein ósigur til Liverpool

Liðið hjá Jurgen Klopp kann ikki longur vinna The Double ella The Treble. Chelsea vann fult uppiborið á Stamford Bridge í áttandapartsfinaluni í FA Cup.

Chelsea var omaná móti gestunum, ið nú hva tapt tríggjar útav sínum seinastu fýra dystum (Mynd: EPA)

Chelsea var omaná móti gestunum, ið nú hva tapt tríggjar útav sínum seinastu fýra dystum (Mynd: EPA)

2020-03-04 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 5. umfari í FA Cup vórðu leiktir í gjárkvøldið.

Byrjanaruppstilling hjá Chelsea var nakað nærri tí sterkast gjørligu enn tann hjá Liverpool. Kepa var aftur í málinum, og hann hevði í 1. hálvleiki tríggjar góðar bjargingar í einum. Á sentrala miðvøllinum spældi 18-ára gamli skotin Billy Glamour ein frálíkan dyst. Hjá Liverpool manglaði bert Alexander-Arnold úr føstu verjuketuni, Fabinho og Mané vóru við frá byrjan; annars vóru leikarar sum Lallana, Minamino og Origi við frá byrjan, umframt eykamálverjin og tveir ungir leikarar. 

Dysturin byrjaði í einari øgiligari leikferð, og serliga Chelsea søkti at. Í 13. minutti misti Fabinho bóltin beint uttanfyri egna brotsteig, Willan smekkaði til, og Adrian megnaði ikki at halda bóltinum. 1-0. Tað tyktist, sum Chelsea vildi tað eitt sindur meira, og hóast góðar taktir til tíðir hevði Liverpool ikki nógva opnar málmøguleikar,. Tað luktaði av einum 2-0 máli, áðrenn Ross Barkley økti, og eftir hetta kom sigurin hjá Chelsea ikki í vanda, hóast Firmino og Salah komu á vøllin.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Hetta var triði ósigurin hjá Liverpool í fýra dystum (ein í Champions League, ein í Premier League og nú í FA Cup). Í øllum hesum dystunum er liðið hjá Klopp farið av vøllinum uttan at skora. Dysturin móti Altetico Madrid í Champions League um eina viku er ógvuliga týdningarmikil fyri Liverpool, ið nú skal finna formin aftur.

Sheffield United og Newcastle vunnu tepurt á útivølli móti liðum úr næstbestu deildini. Tríggir dystir verða leiktir í kvøld. 

 

FA Cup 1/8-finalurnar (5. umfar):

Týsdagin 03.03: 
Chelsea - Liverpool 2-0 (1-0)
13' Willian 1-0
64' Ross Barkley 2-0

Reading - Sheffield United 1-2 (eftir longda leiktíð) 
2' David McGoldrick 0-1
43' George Puscas 1-1
105' Billy Sharp 1-2
          
West Bromwich - Newcaslte 2-3 (0-2)
33' Miguel Almiron 0-1
45' Miguel Almiron 0-2
47' Valentino Lazaro 0-3
74' Matt Phillips 1-3 
90' Kenneth Zohore 2-3

Týsdagin 02.03:
Portsmouth - Arsenal 0-2 (0-1)
45' (+4) Sokratis 0-1
51' Eddie Nketiah 0-2


Í kvøld:
(19.45): Leicester - Birmingham
            Sheffield Wednesday - Manchester City 
            Tottenham - Norwich
              

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder