Eins og hjá týsku nábúgvunum, endaði hetta HM-endaspælið við stórum vónbroti fyri Niðurlond. Og tað endaði eisini við tvídysti úr ellivu metrum, har tað vanliga ikki gongst teimum í appelsinlittum væl.
Niðurlond løgdu annars á odda í 72. minutti í inntensa dystinum í Monterrey, tá Cody Gakpo aftur vísti styrki.
Men í yvirtíðini stútaði Issa Diop úr West Ham, sum spældi ungdómslandsliðsfótbólt fyri Frakland, bóltin væl í málið fyri Marokko. 1-1 og tað helt til 120 minuttir vóru farnir.
Stigið hjá skjúttunum í brotssparkskappingin var ikki høg: Samanlagt fóru fimm av tíggju skotum í málið. Toppskjúttin hjá Marokko, Ismael Saibari, skoraði avgerandi skotið til 3-2, og málverjin Yassine Bounou gjørdist aftur hetja fyri Marokko í brotsparkskapping, eins og móti Spania í 2022.
Tá sendi Marokko eisini Portugal út, og norðurafrikanska landið heldur fram at bergtaka á stóra pallinum - móti søguliga væl størrri fótbóltstjóðum. Í áttandapartsfinalunum bíðar Kanada, har Marokko fer at vera favorittur. So er spurningurin, um tað eydnast at koma í hálvfinalurnar aftur hesaferð. Ella longri.
Samstundis eru spurnartekin í Niðurlondum um millum annað avgerðina hjá Ronald Koeman at brádliga spæla við trimum miðverjum. Hetta var tíggjunda brotssparkskappingin í einum endaspæli hjá Niðurlondum - landið hevur tapt átta av teimum. Seinast var móti Argentina í Katar í 2022 (fjórðingsfinala)
![]()
Niðurlond er søguliga ikki sterkt úr ellivu metrum, og liðið fór út eftir trý brend brotsspark og inntensan dysti móti Marokko (Mynd: Eloisa Sanchez/Reuters/Ritzau Scanpix)
1/16-finalurnar í HM2026:
Týsdagin 30. juni
Niðurlond - Marokko 3-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
72' Cody Gakpo 1-0
90 (+1)' Issa Diop 1-1
Brotssparkskapping:
![]()
Harvið eru tvær evropeiskar tjóðir úti - og eingin víðari til 1/8-finalurnar enn. Hetta verður í øllum førum um midnáttarleitið, tí Frakland og Svøríki spæla í New Jersey seint í kvøld.
Sviar skulu gera ómetaliga nógv rætt, um tað skal eydnast at gera nakað við sterku fraklendingarnar, men skandinaviska liðið hevur sum so einki at missa.
Noreg skal áðrenn royna at gerast fyrsta evropeiska liðið, sum vinnur sær atgongd til áttandapartsfinalurnar. Lagt er upp til ein tættan dyst móti Fílabeinsstrondini, har álopsparturin hjá liðunum sær sterkari út enn verjuparturin.
Ståle Solbakken spardi stjørnurnar og skifti nógv út móti Fraklandi: Nú halda norðmenn nærum ondini, tí Haaland, Ødegaard og hinir skulu á vøllin í Texas klokkan 18.
Í kvøld:
18.00: Fílabeinsstrondin - Noreg (Arlington, USA)
22.00: Frakland - Svøríki (New Jersey, USA)
Mánadagin 29. juni
Brasil - Japan 2-1 (0-1)
29' Kaishu Sano 1-1
56' Casemiro 1-1
90 (+5)' Gabriel Martinelli 2-1
Týskland - Paraguay 4-5 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
42' Julio Enciso 0-1
54' Kai Havertz 1-1
Brotssparkskapping:
![]()
Sí eisini: Týskland úti eftir brotssparkskapping - Brasil haltaði seg víðari
Sunnudagin 28. juni (Los Angeles, USA)
Suðurafrika - Kanada 0-1 (0-0)
92' Stephen Eustaquio 1-0
Sí eisini: Kanda gjørdist fyrsta liðið í áttandapartsfinalunum
-------------------------------------------------------
Mikudagin 1. juli
02.00: Meksiko - Ekvador (Mexico City, Mexico)
17.00: England - DR Congo (Atlanta, USA)
21.00: Belgia - Senegal (Seattle, USA)
Hósdagin 2. juli
01.00: USA - Bosnia-Herzegovina (Santa Clara, USA)
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)
Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)
19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)
Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald