2019-08-14 15:50
Í býnum har Liverpool vann Champions League-finaluna í 2005, og á leikvøllinum har B36 í fjør spældi Europa League-dyst, hittast tvey av teimum sterkastu liðunum í Onglandi og spæla um at vinna sítt fyrsta steyp í ár.
Chelsea vann Europa League í mai. Finalan var ímóti Arsenal. Liverpool vann Champions League fyrst í juni í Madrid. Finalan var eisini ímóti enskum felagið; Tottenham.
Steypið sjálvt hevur stórt súmbólskt virði og kann seta kappingarárið av álvara í gongd. Frank Lampard og Chelsea skulu royna at reisa seg eftir 4-0 ósigurin á Old Trafford sunnudagin.
Fyrsta bríksl á Vodafone leikvøllinum í kvøld er klokkan 20.00. Hann er at síggja á TV3+ og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald