Fótbóltur

Eriksen: Tíðin er kanska komin til at royna nakað nytt

Profilurin hjá Tottenham hevur verið settur í samband við eitt skifti í summar, og nú kemur leikarin sjálvur við einari ábending um framtíðina..

Eriksen skifti til Tottenham frá Ajax fyri seks árum síðani, og var fyri stuttum við at sláa gamla felagið úr Champions League (Mynd: EPA)

Eriksen skifti til Tottenham frá Ajax fyri seks árum síðani, og var fyri stuttum við at sláa gamla felagið úr Champions League (Mynd: EPA)

2019-06-05 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tottenham kom fyri fyrstu ferð í søgu felagsins til eina Champions League-finalu, tá liðið dramatiskt sló Ajax út í hálvfinaluni. Men tað eydnaðist ikki hjá liðinum at vinna sítt fyrsta steyp í 11 ár, og tað hevur ikki gjørt søgurnar um, at venjarin Pochettino og profilar sum Eriksen fara víðari minni.

Júst Chrstian Eriksen hevur verið settur í samband við størri feløg ígjøgnum longri tíð. 27-ára gamli leikarin av Fjóni hevur nú fyri fyrstu ferð sjálvur givið til kennar, at hann kanska fer víðari nú. Við Ekstrablaðið sigur Eriksen, sum í løtuni er samlaður við danska landsliðnum undan landsdystinum fríggjakvøldið móti Írlandi í Parkini, at hann umhugsar sína framtíð.

Sáttmálin hjá Christian Eriksen gongur út um eitt ár, og hann hevur verið trekur at samráðast um ein nýggjan. Eriksen sigur, at hann hevur størstu virðing fyri Tottenham, men at hann eisini vil prøva okkurt nýtt, og at tíðin kanska er komin til hetta nú. Hann sigur, at hann vónar at framtíðin kemur uppá pláss skjótt, men at einki er vist.

Í samrøðuni við Ekstrablaðið leggur álopskendi leikarin dent á, at um hann fer úr London-felagnum, so skal talan verða um eitt stig upp. Eriksen nevnir sjálvur Real Madrid, og hetta er áhugavert, tí spanska kongafelagið og danski leikarin hava verið sett í samband við hvør annað. Um hetta gerst veruleiki, tykist møguleikin at vera størri fyri nú, tá leikarin sjálvur hevur sett fram eitt hálvgum ynski. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder