2019-02-22 11:21
20 ára gamli miðvallarin hjá B36, Erlendur Magnusson, hevur slitið krossbandið og verður tí ikki við komandi kappingarár.
Tað er bolt.fo, sum skrivar, at Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36, hevur váttað, at Erlendur hevur slitið krossbandið.
Erlendur spældi heili 32 dystir fyri besta liðið hjá B36 farna kappingarár. Hagtøl hjá FaroeSoccer vísa, at hann skoraði 6 mál fyri besta liðið í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald