Eftir at hava spælt í Macron seinastu fýra árini, fara føroysku fótbóltslandsliðini í annað klædnamerki í summar.
Nýggj avtala er gjørd við Erreà, sum, eins og Macron, er italskt. Hetta merkið er millum annað væl kent í Íslandi, har lokala fótbóltssambandið hevði avtalu við Erreà frá 2004 til 2018.
Sambært heimasíðuni hjá FSF hevur nýggja klædnaavtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Erreà við sær, at Landsliðsbúðin, ið hevur hildið til í somu hølum sum No12, letur fyribils aftur. Tó verður framvegis møguleiki at keypa føroyska landsliðsbúnan í Nethandilinum.
Eftir ætlan verða nýggju klæðini frá Erreà tikin í nýtslu í juni, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald