Fótbóltur

Estevana Polman mest virðismikli leikarin í HM

Polman er eisini á liðnum fyri kappingina, har umboð frá Noreg, Svøríki, Russlandi, Spania og Montenegro eisini eru á.

Bakspælarin hjá Hollandi var sera avgerandi í hálvfinaluni og finaluni (Mynd: EPA)

Bakspælarin hjá Hollandi var sera avgerandi í hálvfinaluni og finaluni (Mynd: EPA)

2019-12-17 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM 2019 hjá kvinnum kom at enda sunnudagin, tá Holland basti Spania í góðari og sera dramatiskari finalu. Avgerandi málið skoraði Lois Abbingh, toppskjútti í kappingini, við umstríddum brotskasti.

Les eisini: Holland heimsmeistari á fyrsta sinni eftir ótruliga finalu

Eftir slíkar kappingar verður eitt sokallað All Star-lið sett. Hetta er tað fyri HM í Japan: 

Málverji: Tess Wester, Holland
Vinstri vongur: Camilla Herrem, Noreg
Vinstri bakkur: Alexandrina Cabral Barbosa, Spania
Spælskipari: Estavana Polman, Holland
Høgri bakkur: Anna Vyakhireva, Russland
Høgri vongur: Jovanka Radicevic, Montenegro
Strikuleikari: Linn Blohm, Svøríki

Estevana Polman leikar til dagliga í Esbjerg. Eftir at Nycke Groot er givin, hava hon og Abbingh tikið meira ábyrgd í baktekuni hjá Hollandi, og Polman skoraði heili 9 mál í bæði hálvfinaluni og í finaluni. Afturat hesum hevði hon nógv góð assist, serliga í finaluni har 27-ára gamli leikarin varð so at siga mansvard allan 2. hálvleik. Polman gekk veruliga á odda og er ein virðugur vinnari av heiðrinum sum besti/mest vinnnandi leikari.

Mest virðismikil leikarin: Estavana Polman, Holland
Toppskjútti: Lois Abbingh, Holland – 71 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder