Hondbóltur

European Cup: Menninir hjá H71 og VÍF fingu trupla mótstøðu

SSV Brixen úr Italia vann á VÍF í kappingini í fjør og skal nú spæla móti H71. Vestmenningar trektu steypavinnaran úr Eysturríki við heldur serstari søgu.

SSV Brixen úr Italia vann í fjør tveir tættar og málríkar dystir í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

SSV Brixen úr Italia vann í fjør tveir tættar og málríkar dystir í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-16 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey bæði føroysku mansliðini í European Cup koma inn í kappingina í 2. umfari, og lutakastið til hetta umfarið var fyri løtu síðani.

Har varð greitt, at VÍF skal spæla móti eysturríksku steypavinnarunum, meðan H71 skal royna seg móti gomlum kenningi hjá júst VÍF.

EHF European Cup 2024/2025
1. umfar (eitur formelt 2. umfar)

H71 - SSV Brixen Handball (Italia)
VÍF - Hanball West Wien (Eysturríki)

Sí eisini: VÍF italska mótsstøðu - H71 spælir móti liðið av Kypros

SSV Brixen og VÍF spældu tveir tættar og undirhaldandi dystir í Vestmanna í 3. umfari í kappingini í fjør (35-37 og 37-38) Brixen var havið omaná við trimum málum samanlagt, men tapti greitt móti finalistunum Olympiakos í næsta umfari.

Brixen tapti italsku finalurøðina, men má metast at vera ein favorittur móti ungu føroyameistarunum, ið eisini hava mist nakrar profilar. Í fjør gekk ikki hjá H71 í Evropa, men menninir úr Hoyvík hava áður gjørt bart.

[object Object]Hoyvíkingar vunnu føroysku finalurøðina á VÍF og fáa italska avbjóðing í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

VÍF kom víðari eina ferð í fjør. Hesaferð er lið úr Eysturríki á skránni. West Wien hevur heldur margháttiliga gongd seinastu árini: Meistri í 2023, steypavinnari í 2024...og uppflytari í 2024.

Felagið úr høvuðsstaðnum misti sína yrkisstøðu og millum annað landsliðsspælsarar sum Constantin Möstl og Markus Mahr av fíggjarligum og praktiskum ávum (mistu heimavøllin), og fór niður í næstbestu deildina eftir meistaraheitið í 2023. Liðið var tó nóg gott at vinna steypkappingina og trygt koma uppaftur í bestu deildini.

Eysturríkskur hondbóltur er á góðum stigi og West Wien kom í 1990'unum langt í Champions League. Um nakrar mánaðir er VÍF á skránni.

Dystirnir verða spældir í oktober. Sum útgangspunkt hava liðini hvør sín heimadyst, men ofta avráða lið tíðliga í hesi kappingini at spæla báðar dystirnar í øðrum landinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder