
Í fjør vann manslið felagsins evropeisku kappingina. Hetta var fyrstu ferð, at eitt íslendskt lið megnaði tað
Í ár er kvinnuliðið í finaluni, og aftur er ein føroyingur í hópinum. Í 2023/2024 var tað Allan Norðberg, og í ár er tað Silja Arngrímsdóttir Müller.
Ungi málverjin hevur spælt nakrar A-landsliðsminuttir: Millum annað í fyrra HM playoff-dystinum móti Litava við Tjarnir í april.
Silja er eykamálverji hjá sterka Vals-liðnum, sum stríðist fyri at verða íslendskur meistari og nú eisini fyri evropeiskum gulli.
Sponsk mótsstøða í tveimum finalum
Í European Cup, sum er triðsterkast evropeiska kappingin, er talan um tvær finalur. Tann fyrra verður í Spania í dag klokkan 16 føroyska tíð.
Porrino liggur á 4. plássi í bestu sponsku deildini, sum er nakað betri enn taan íslendska.
Dysturin í dag kann síggjast í íslendska ríkissjónvarpinum, RÚV. Tað er ein av rásunum hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald