Fótbóltur

Everton og Arsenal spældu málleysan javnleik

Teir báðir nýggju venjararnir hjá feløgunum, Carlo Ancelotti og Mikel Arteta sótu báðir á áskoðaraplássinum.

Maitland-Niles og Richarlison í nærsyti (Mynd: EPA)

Maitland-Niles og Richarlison í nærsyti (Mynd: EPA)

2019-12-21 14:39 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Sjey dystir eru á skránni í Premier League í dag, har Arsenel og Everton settu hol á átjanda umfar á middegi.

Hetta var seinasti dystur hjá ávikavist Duncan Ferguson og Frederik Ljungberg við róðri, tí bæði feløgini hava kunngjørt nýggjar venjarar. Tað verður ungi hjálparvenjarin hjá Pep Guardiola, Mikel Arteta, ið tekur yvir í Arsenal, meðan royndi venjarin Carlo Ancelotti tekur yvir í Everton.

Les meira:

Arsenal sett Arteta sum høvuðsvenjara

Ancelotti verður venjari hjá Everton

Tað var ikki tann mest undirhaldandi dysturin, ið nýggju venjararnir sóu frá áskoðaraplássinum. Fótbóltsspælið fleyt ikki serliga gott, og tað vóru fáir málmøguleikar í dystinum. Everton var helst omaná í fyrra hálvleiki, og hevði onkra roynd á málið.

Tað var eitt sindur opnari í seinna hálvleiki, har Richarlison hevði ein fína roynd fyri Everton, meðan Pierre-Emerick Aubameyang hevði eina góða roynd fyri Arsenal.

Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og samanumtikið er tað kanska ikki heilt av leið.

Seinni í dag verða seks dystir leiktir, har stóri dysturin er á Etihad, har Manchester City á triðja plássi tekur ímóti Leicester á øðrum plássi.

Premier League 18. Umfar

Klokkan 15.00

Everton – Arsenal 0-0

Aston Villa – Southampton

Bournemouth – Burnley

Brighton – Sheffield United

Newcastle – Crystal Palace

Norwich – Wolves

Klokkan 17.30

Manchester City – Leicester

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder