26. umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni seinnapartin. Spenningurin um hvør fær silvur og bronsu og harvið sleppur at spæla evropeiskt næsta ár, umframt hvør sleppur undan niðurflyting, er øðiligur.
Dystirnir í dag, sunndagin 22. oktober:
B36 - KÍ (Ovari vøllur)
HB - 07 Vestur (Tórsvøllur)
Víkingur - EB/Streymur
ÍF - TB
B68 - AB
Allir byrja klokkan 15.00.
Støðan undan 26. umfari í Betrideildini
1 | 25 | 21 | 3 | 1 | 65 | 17 | +48 | 66 | ||
2 | 25 | 18 | 2 | 5 | 52 | 24 | +28 | 56 | ||
3 | 25 | 17 | 3 | 5 | 66 | 22 | +44 | 54 | ||
4 | 25 | 16 | 4 | 5 | 65 | 23 | +42 | 52 | ||
5 | 25 | 11 | 4 | 10 | 41 | 39 | +2 | 37 | ||
6 | 25 | 7 | 4 | 14 | 25 | 44 | -19 | 25 | ||
7 | 25 | 4 | 9 | 12 | 27 | 46 | -19 | 21 | ||
8 | 25 | 4 | 4 | 17 | 15 | 59 | -44 | 16 | ||
9 | 25 | 5 | 1 | 19 | 22 | 67 | -45 | 16 | ||
10 | 25 | 4 | 2 | 19 | 22 | 59 | -37 | 14 |
(Talva: Farosoccer)
Les eisini: Allir dystirnir byrja klokkan 15
Størsti spenningurin í dag er í Fuglafirði, har úrslitið allarhelst hevur beinleiðis ávirkan, hvørt tað er ÍF ella TB, sum yvirlivir: Ein sannur botngysari.
Allir dystirnir hava tó ymiskan týdning í sær. AB skal hava stig á Svangaskarði og helst trý.
Í Gundadali kann B36 tryggja sær heiðursmerki og evropeiskt pláss, men stríðið kann eisini gerast alsamt meira spenanndi - serliga um HB vinnur, og Víkingur heldur fram við sínari flottu sigursrøð.
Fylg øllum dystunum á forsíðu okkara - í samstarvi við dystir.fo. Til ber at síggja dystirnar fyri eitt gjald hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald