Seytjan lond eru nú til reiðar til EM-Endaspælið 2020. Í gjárkvøldi tryggjaðu Týskland, Holland, Kroatia og Eysturríki sær luttøku, meðan Everopameistararnir úr Portugal í dag tryggjaði sær luttøku, tá teir vunnu 0-2 á Luksemborg.
Les meira: Hesi eru til reiðar til EM
Í morgin og týsdagin skulu tey síðstu trý londini, ið spæla seg víðari ígjøgnum undankappingina finnast. Millum annað hevur Danmark møguleika at spæla seg til EM í morgin, um teir í minsta lagi fáa ein javnleik, tá teir møta Írland á útivølli.
Í Mars mánað vera teir síðstu fýra luttakararnir funnir, tá Nations League endadystirnir vera.
Tey londini, ið hava tryggja sær luttøku eru:
Belgia
Italia
Russland
Pólland
Ukraina
Spania
Turkaland
Frakland
Ongland
Kekkia
Finnland
Svøríki
Týskland
Holland
Kroatia
Eysturríki
Portugal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald