Fótbóltur

Hesi eru til reiðar EM

12 av teimum 24 EM luttakaranum eru komnir uppá pláss, harímillum Svøríki og Finnland.

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2019-11-16 16:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tólv lond eru higartil til reiðar til EM-endapælið í 2020, eftir at Finnland og Svøríki í gjárkvøldi tryggjaðu sær pláss.

Í Bólki F, sum er bólkurin hjá Føroyum, eru Spania og Svørríki til reiðar til EM. Svørríki vann ein flottan 0-2 sigur á útivølli móti Rumenia og tryggjaði sær harvið pláss til EM-endaspælið. Spania vann í gjárkvøldi ein knúsandi 7-0 sigur á Malta, og hava harvið vunni bólk F.

Les Meira: Okkara bólkur avgjørdur

Í Finnlandi var stórur rómur í gjár tá finska landsliðið fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur spælt seg víðari til eitt endaspæl. Hetta gjørdu teir við at vinna ein tryggan 3-0 sigur á heimavølli ímóti Liktinstein. Finnland endar á øðrum plássi í bólki J, og fara tí saman við Italia, ið hevur vunni bólkin, til EM-endaspæli 2020.

Les meira: Finnland spældi seg til EM í Kvøld

Í Bólki D vann Danmark heili 6-0 á Gibraltar, og skulu tí bert hava eitt stig ímóti Írlandi á útivølli mánadagin, fyri at tryggja sær EM-luttøku. Tað er stórur spenningur í bólki D, har trý lið, Danmark, Sveits og Írland, hava møguleika at spæla seg til EM-endaspæli undan síðsta umfarinum mánakvøldið.

Endar Danmark við at tapa í Írlandi mánakvøldið, og harvið at stenda eftir við svarta peri á triðja plássi, fáa teir tó ein eyka møguleika at spæla seg til EM, tá Nations League endadystir vera í mars.

Norra hevur við sínum úrslitum í Nations League framvvegis møguleika at spæla til EM, tí teir vunnu sín bólk, og tað tryggjar teimum ein endadyst um pláss til EM.

Tað gekk ikki væl hjá Íslandi í Nations League, men hóast tað, so kunnu teir møguliga fáa ein endadyst ígjøgnum nations League, alt eftir hvussu úrslitini laga seg. Góðu úrslitini hjá Íslandi undan Nations Leagua gjørdi nevnliga, at teir vóru í ovastu deildini saman við teimum sterkastu liðinum í Everopa. Og av tí at tey flestu av teimum allarhelst spæla seg til EM, so fær Íslandi møguliga ein endadyst í Nations League.

Fleiri lond kunnu í kvøld spæla seg til EM, harímillum Týskland, Holland, Eysturríki og Kroatia

20 lið spæla seg til EM ígjøgnum undakappingina, meðan fýra lið spæla seg víðari gjøgnum Nations League endadystirnir í mars.

Hesi londini eru til reiðar til EM:

Belgia
Italia
Russland
Pólland
Ukraina
Spania
Turkaland
Frakland
Ongland
Kekkia
Finnland
Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder