Fótbóltur

Evropeiska stríðið á breddanum í Klaksvík í kvøld

KÍ skal vinna fyri at halda lív í FM-vónini, men tað er fyrst og fremst 2. plássið, ið bæði liðini royna at fáa fatur á. B36 hevur higartil í ár havt takið á KÍ og stendur seg ofta væl í Klaksvík.

Seinast B36 var í Klaksvík endaði tað 2-0 til útiliðið - nú skulu liðini stríðast um týdningarmikil stig í endaspurtinum (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast B36 var í Klaksvík endaði tað 2-0 til útiliðið - nú skulu liðini stríðast um týdningarmikil stig í endaspurtinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-21 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útsettur dystur verður leiktur í Betrideildini í kvøld. Talan er um útsettan dyst, sum skuldi verið leiktur fyri beint undir einum mánaði síðani í 21. umfari. Hann verður millum nummar trý og fýra í Betrideildini, og er ímillum liðini sum hava spælt ávíkavist fægst og næstfægst dystir.

Støðan í Betri deildini

1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (51 stig) 21 dystir
4. B36 (49 stig) 22 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 23 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

21. umfar - 21/10

18.30: KÍ - B36 (Útsettur frá 23/9)

Seinast liðini hittust vann B36 heili 6-2. Tá fekk KÍ Deni Pavlovic útvístan við støðuni 3-1 beint fyri hálvleik. Árstalsfelagið vann eisini, tá liðini hittust í kuldanum í Klaksvík í 1. umfari, og tað er als ikki óvanligt, at B36 ger í Klaksvík. Hetta hendi eisini í dystinum millum liðini við Djúpumýrar í 2017 og í fjør. Júst sigurin í august í fjør kundi verið avgerandi í mun til FM-heitið, men tað endaði við, at liðini spældu FM-finalu í Gundadali á seinasta lagi, og har var KÍ omaná.

Um liðið hjá Mikkjali Thomassen skal endurvinnast, so skal hvør dystur vinnast, og so skal HB missa stig í einum av komandi trimum umførunum. Hjá føroyameistarunum snýr tað seg tó at í misnta lagi enda nummar tvey. Tað gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár - um KÍ endar nummar trý, so kemur liðið út í Evropea, um liði sum endar nummar eitt ella tvey vinnur steypakappingina, sum KÍ ikki longur er við í.

[object Object]
12. juli endaði tað heili 6-2 til B36 á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er við í steypakappingini, men málið er sjálvandi at fáa evropeiska atgongumerkið gjøgnum Betrideildina og fyri at uppnáa tað, er tað sera umráðandi at fáa trý stig í kvøld í einum dysti, sum kann gerast sera inntensur og spennandi. FM er ov langt burtur hjá liðnum hjá Jákupi á Borg.

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 18.30. Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Aftaná taka vit samanum og gera samrøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder