Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Til seinna dystin í 3. umfari í Champions League høvdu fleiri hundrað føroyingar og norðoyingar leitað sær til Molde at stuðla KÍ. Tá vóru millum annað tvey leiguflogfør sett inn - nú er støðan ein onnur.
Les eisini: Fyrra innrásin í Molde
Tá KÍ í annaðkvøld spælir seinna Europa League play-off dystin móti Sheriff Tiraspol, vera tveir persónar til staðar, sum kunnu lýsast sum KÍ-áskoðarar ella KÍ-fjepparar. Umframt spælarar, venjaratoymi, ta fysiska- og læknatoymi eru tvey umboð frá nevndini og so Solby Christiansdóttir, miðlaumboð, við á túrinum.
Eyðbjørn Andreasen og Jógvan Heinesen eru klaksvíkingar og KÍ'arar við stóra K. Teir møttu eisini upp í Kastrup, áðrenn hanin var uppi í morgun, og ferðaðust teir til Moldova og Tiraspol umvegis Pólland. Samanlagt ein long leið og tað er ikki beinleiðis høgligt at koma her til.
Sí eisini: Myndir: KÍ í Moldova
Eyðbjørn hevur verið til skips í summar og hevur ikki havt møguleikan at verið við KÍ á ferð - fyrrenn nú. Tað hevur Jógvan havt, men hann sigur seg hava trúð so nógv uppá liðið, at hann bíðaði, til tað nærkaðist bólkaspælnum.
Nú eru teir her, og Portalurin fekk eitt stutt prát og eina mynd av teimum, tá vit tjekkaðu inn á Park gistingarhúsinum seinnapartin.
Jógvan Heinesen og Eyðbjørn Andreasen eru spentir til seinna dystin móti Sheriff Tiraspol. So spentir at teir hava ferðast longu leiðina til Transnistria (Mynd: Sverri Egholm)
Meira frá fjepparum og KÍ-leguni seinni.
UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í morgin, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)
Kringvarpið sendir dystin.
Fótbóltur
Eyðbjørn og Jógvan eru einastu KÍ-áskoðararnir í Tiraspol
Annar hevur bara bíðað eftir play-off umfarinum - hin hevur siglt í summar. Teir hava ferðast longu leiðina í dag og eru til reiðar at stuðla í annaðkvøld.
Jógvan Heinesen og Eyðbjørn Andreasen í bláum og spentir til seinna dystin móti Sheriff Tiraspol. So spentir at teir hava ferðast longu leiðina til Transnistria (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-30 16:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald