Starvsnevndin í Skála Ítróttarfelag er nú mannað soleiðis: Jógvan Andersen, Jóannes Prestá, Steingrím Jacobsen, Petur Anker Poulsen, Sveinur Ellefsen og Rókur Nilssen.
Skála Ítróttarfelag hevði í gjárkvøldið kallað inn til eykaðalfund, eftir at tað frammanundan ikki hevði eydnast at mannað nevndina.
Á fundinum varð framtíð felagsins til viðgerar, men viðtøkurnar siga, at flagið felagið kann ikki avtakast um minst 15 limir ynskja at halda áfram.
Uppmøtingin í gjárkvøldið varð góð, og gott 50 limir vóru til staðar
Umframt val av starvsnevnd, var eitt uppskot til viðtøkubroytingar eisini lagt fram. Sambært hesum viðtøkubroytingum, verður nevndin framyvir vald á einum serskildum nevndarvali í 4. ársfjórðingi, meðan regluligi aðalfundurin sum vant verður hildin í 1. ársfjóðringi, har m.a. ársroknskapurin verður góðkendur.
Við smærri broytingum bleiv uppskotið samtykt á aðalfundinum, og verða nýggju viðtøkurnar lagdar alment út, eftir at tær eru reinskrivaðar.
Eftir loknan fund var høvi til eitt gott kaffiprát, og samanumtikið eru vónirnar góðar, nú lagt verður til brots í kappingarárinum hjá øllum deildum.
Nevndin skipar seg sjálv, og tað verður kunngjørt ein av næstu døgunum, hvussu nevndin hevur skipað seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald