Annað

Eydnudeildin og Lykkeliga til móttøku hjá borgarstjóranum

Í dag vóru luttakarar bodnir til móttøku hjá borgarstjóranum í Havn á Hotel Føroyum.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-04-14 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Eydnudeildin verið vertur fyri Eydnu Cup, sum hevur verið í Sundalagnum. Í dag vóru luttakarar bodnir til móttøku hjá borgarstjóranum í Havn á Hotel Føroyum.

Borgarstjórin helt røðu og ynskti donsku og føroysku gestunum hjartaliga vælkomnir til Havnar, og takkaði fyri, at tey eisini tóku sær stundir at vitja borgarstjóran.

Heðin Mortensen vísti í røðuni á týdningin av, at øll hava møguleika fyri at íðka ítrótt og at verða partur av felagsskapinum. Hann segði m.a.

“Føroyar eru í hesum døgum merktar av einum serligum hondbóltsfeburi, og hesum eru tit partur av.

Vit skulu sjálvsagt fegnast um, at vit megna at bjóða stóru tjóðunum av.

Tað hevur sera stóran týdning, at øll, sum ynskja tað, hava somu møguleikar at íðka ítrótt.

Í nógv ár hava eldsálir innan Parasport Føroyar gjørt tað møguligt hjá nógvum at íðka ítrótt, og tað eru ikki hissini av heiðursmerkjum, sum føroysk ítróttarfólk hava tikið við sær heimaftur frá altjóða kappingum.

Ítróttur er tó eisini annað og nógv meira enn at vinna.

Eydnudeildin í Føroyum er eitt framúrskarandi átak, ið er til gleði og íblástur fyri mong.

Tað er gleðiligt, at børn bæði í Suðuroynni, Klaksvík og á meginøkinum nú sleppa at spæla hondbólt í Eydnudeildini.”

Eydnudeildin fyllir 4 ár í dag, skírisdag, og bleiv hetta eisini markerað við einum føðingardagssangi, sum bleiv sungin í felag.

Jens Marni Hansen syrgdi við góðum sangum fyri einum serstakliga góðum huglagi, og eina løtu fóru fólk upp á gólvið at dansa.

Borgarstjórin nýtti eisini høvið til at geva øllum í Eydnudeildini eitt stórt herðaklapp fyri skipa fyri einum so stórum tiltaki, sum Eydnu Cup er.

Hann segði m.a. “Hetta er ikki løtuverk. Lundapisur eru heklaðar, bollar bakaðir og kappingin er løgd til rættis.

Hondbóltur er eitt liðspæl. Brúk er fyri øllum, sum eru á liðnum, og tit hava øll veruliga lyft í felag!

Tit skulu øll fáa eitt stórt herðaklapp fyri tykkara ótroyttiliga arbeiðið – uttan eldsálir var ongin ítróttur ella ítróttarkappingar.

At enda segði borgarstjórin seg vóna, at Eydnu Cup verður eitt afturvendandi tiltak, og legði afturat, at tað kanska verður í Stórhøllini næstu ferð.

Forkvinnan í Lykkeliga og fyrrverandi danski landssliðsleikarin Rikke Nielsen, takkaði fyri eitt sera væleydnað Eydnu Cup og vónaði, at tey skjótt kunnu koma aftur til Føroyar.

Súsanna Eliassen forkvinna í Eydnudeildini, og Morten Hust Petersen, stigtakari og høvuðsvenjari hjá Eydnudeildini hildu eisini røður og vóru samd um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

Eisini Fía Petersen, sum er forkvinna í Javna, segði nøkur orð og segði frá søguni um Eydnudeildina.

Tað var eldsálin, Morten Hurt Petersen, sum fekk eitt hugskot um at gera eina hondbóltsdeild í Føroyum til børn, sum ikki kunnu verða partur av vanligu hondbóltsdeildunum.

Hetta bleiv til Eydnudeildina, sum nú 4 ár seinni, hevur megnað at skipað fyri fyrstu altjóða hondbóltskappingini uttan fyri Danmark. Hetta er stórt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder