Fótbóltur

Eyðun: - Vit gleða okkum ordiliga nógv til fríggjakvøldið

- Eg rokni við, at tað verður ein dystur, sum fer at koyra eitt sindur aftur og fram. So vóna vit sjálvandi, at vit kunnu verða tað betri og fáa tað at koppa til okkum, sigur U21 landsliðsvenjarin við Portalin.

Fyrsta dystaruppgávn hjá Eyðuni Klakstein við U21-landsliðnum er í heimstaðnum fríggjakvøldið. Hetta gleðir hann seg nógv til (Mynd: Hans Erik Danielsen - frá venjing á Tórsvølli í gjár)

Fyrsta dystaruppgávn hjá Eyðuni Klakstein við U21-landsliðnum er í heimstaðnum fríggjakvøldið. Hetta gleðir hann seg nógv til (Mynd: Hans Erik Danielsen - frá venjing á Tórsvølli í gjár)

2023-06-13 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið skal fríggjakvøldið spæla sín fyrsta dyst í undankappingini til EM 2025. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík og verður bríkslaður í gongd klokkan 18.

Føroyska liðið hevur í dag vant í dýrdarveðrið við Djúpumýru. Undan venjingini fyrrapartin fingu vit orðið á nýggja høvuðsvenjaran Eyðun Klakstein. 50-ára gamli klaksvíkingurin gleðir seg til sína fyrstu stóru uppgávu, og tað ger hópurin eisini.

- Eg haldi, tað merkist væl á bæði spælarum og leiðarum, at nú nærkast fyrsti dysturin av álvara. Vit eru øgiliga spentir uppá hetta. Vit vóru saman í mars, og nú savnaðust vit aftur í gjár, hava vant og eru byrjaðir uppá tað taktiska arbeiði og fyrireikingarnar sum heild. Tað er eisini deiligt at koma til Klaksvíkar í dag: Man kennir seg ordliga væl móttiknan her, og fólkini her gera sær ómak við øllum, og vit gleða okkum ordiliga nógv at spæla dystin her.

[object Object]
Eyðunk Klakstein tá hann tók hópin út mánadag 5. juni. Hann væntar, at Føroyar - í øllum førum partvíst - fáa sett seg á spælið (Mynd: Sverri Egholm)

Ein útskifting hevur verið í hópinum vegna skaða. Talan er um sterka HB-miðverjan Samuel Johansen Chukwudi. Landsliðsvenjarin setur soleiðis stutt orð á støðuna í hópinum

- 19 av teimum 20, sum vit tóku út eru her. Samuel fekk tíverri ikki verið við kortini vegna skaða, men vit tóku so Áka Johannesen inn, og hann hevur nakað av royndum frá U21. Vit skulu ígjøgnum eina venjingarviku, arbeiða hart og vónandi verða allir heilt til reiðar til dystin

Les eisini: U21: Samuel er skaddur

Andorra er eitt lið, ið Føroyar allarhelst kunnu gera okkurt við. Nýggi landsliðsvenjarin væntar ein lívligan dyst, sum vónandi kopppar til Føroyar. Eyðun slær tó fast, at Andorra longu í ár hevur víst tenn.

- Eg rokni við, at tað verður ein dystur, sum fer at koyra eitt sindur aftur og fram. Eg vænti, at vit koma at hava nakað av spæli, men teir duga eisini at spæla bólt. Andorra fekk eitt rættiliga gott úrslit í tí fyrsta dystinum - javnleik móti Hvírtarusslandi. Tað verður helst ein lívligur fótbóltsdystur, og so vóna vit sjálvandi, at vit kunnu verða tað betri og fáa tað at koppa til okkum og vinna dystin. Tað er í øllum førum tað, vit fara eftir, staðfestir Eyðun Klakstein at enda. 

Undan dystinum fríggjakvøldið skipa Skansin, Bláa Bylgjan og KÍ fyri stórari upphiting á Akursmørk. Hon byrjar klokkan 16.

Les eisini: Skipa fyri stórari upphiting í Klaksvík friggjadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder