Fótbóltur

Eyðun Klakstein: - Hetta verður ársins truplasta uppgáva á útivølli

Føroyska U21-landsliðið hevur higartil vunnið báðar útidystirnar í undankappingini. Í dag klokkan 14 spæla Føroyar í Grikkalandi. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

U21-landsliðið hevur fingið sjey stig í fýra dystum higartil í ár. – Vit rokna við, at vit koma undir stórt trýst frá byrjan, men klára vit at standa ímóti tí og fáa trýstið at leggja seg, hava vit møguleika at gera okkurt við teir (Mynd: Sverri Egholm)

U21-landsliðið hevur fingið sjey stig í fýra dystum higartil í ár. – Vit rokna við, at vit koma undir stórt trýst frá byrjan, men klára vit at standa ímóti tí og fáa trýstið at leggja seg, hava vit møguleika at gera okkurt við teir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-16 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan tvey seinnapartin skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli. 

– Hetta verður ársins truplasta uppgáva á útivølli, men vit hava vónir um, at vit kunnu avrika væl og fáa okkurt við okkum heim. Skulu vit megna at vinna stig, so skulu vit spæla upp til okkara allar besta, og vit skulu hava teir at gera tað, sum teir ikki eru so góðir til.

Les eisini: Hava vunnið báðar útidystirnar higartil

Orðini eigur Eyðun Klakstein, sum í løtuni leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Grikkalandi. Venjarin hjá føroyska U21-landsliðnum sigur við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, at talan kann gerast um stórt trýst, men at tað snýr seg um hjá Føroyum at fáa at koppa seg til sín:

– Vit rokna við, at vit koma undir stórt trýst frá byrjan, men klára vit at standa ímóti tí og fáa trýstið at leggja seg, hava vit møguleika at gera okkurt við teir. Teir trívast væl við at spæla opnar og livandi dystir, har ferð er á spælinum, so vit ynskja at fáa dystin at verða øðrvísi.

[object Object]
Føroyar hava skorað tvey mál í miðal í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Undan dystinum eru Føroyar á 3. plássið í bólkinum við 7 stigum, meðan grikkar eru á 4. plássi við 4 stigum.

– Vit hava staðið okkum væl í undankappingini higartil. Grikkaland er betri enn tey liðini, sum vit hava vunnið á, men vit hugsa um hendan dystin sum eina krevjandi og hóskandi avbjóðing til okkum júst nú. Vit hava fyrireikað okkum væl, vit eru til reiðar at spæla dystin, og vit vita, at avrikið á degnum er og verður avgerandi fyri, um vit kunnu fáa nakað burturúr, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Stigatalvan og leikskráin í bólkinum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder