Síðsta hond er løgd á fyrireikingarnar til landsdystin móti Grikkalandi í dag. Til dyst við Djúpumýru fara Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og hansara menn, eftir øllum trimum stigunum.
Stór útskifting í hópinum
Tað eru fleiri lyklaleikarar, ið ikki kunnu vera við í dag.
Millum teir, ið eru skaddir, teljast Áki Samuelsen (HB), Jákup Norðoy Vilhelmsen (EB/Streymur), Poul Kallsberg (Víkingur) og Áki Johannesen (B68).
Gullbrandur Øregaard (Sandnes ULF, Noreg), Noah Mneney (HB) og Elias Ruborg (Hvidovre IF, Danmark) eru leikbannaðir, og eru tí heldur ikki við til dyst.
Samuel Chukwudi (HB) er ikki tøkur, tí hann er við A-landsliðnum.
Fyri hesar hevur Eyðun Klakstein úttikið Signar á Brúnni (Víkingur), Emil W. Joensen (EB/Streymur), Hanus Højgaard (B68), Markus Hellisdal (Skála) og Mikkjal Hellisá (EB/Streymur).
– Nakað av útskifting hevur verið á U21 landsliðnum hesaferð, men vit eru væl nøgdir við hópin. Vit hava nóg mikið av góðum spælarum og førleikum til at fara eftir sigrinum ímóti Grikkaland. Vit hava eisini fyrireikað okkum væl seinastu dagarnar, og nú skulu vit avrika so væl, at vit kunnu fáa nakað burtur úr dystinum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
- Jørgen Nielsen og liðfelagar hansara, til MD-1 venjing við Djúpumýru í gjár. (Mynd: Bjarni Enghamar / Fótbóltssamban Føroya)
Støðan
Føroyska U21 landsliðið tapti 3-0 í Grikkalandi, seinast liðini bæði hittust. Talan er um eitt lið, sum í undankappingini til endaspælið í EM, hevur klára seg væl.
Í bólkinum hjá Føroyum er støðan tann, at Portugal er á fremsta plássi við 15 stigum. Kroatia er á øðrum plássi við 13 stigum, og beint í hølunum á teimum er dagsins mótstøðulið hjá Føroyum, Grikkaland, við 11 stigum. Føroyar eru á fjórða plássi við sjey stigum. Andorra og Hvítarussland hava trý stig í part og eru á ávikavist fimta og sætta plássi.
Í samrøðu við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur høvuðsvenjarin soleiðis um mótstøðuna: - Grikkaland er eitt gott lið, men vit spæla fyri at vinna. Avrikið hjá okkum ímóti Kroatia í farnu viku var gott, men vit iðra okkum eisini um, at vit einki stig høvdu við okkum heimaftur. Hesaferð ætla vit tað øðrvísi.
EM undankapping U21 dreingir, bólkur G
Týsdagin 10.09 kl. 17:30
Føroyar - Grikkaland
Atgongumerki til dystin kunnu keypast á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Portalurin verður á staðnum. Rás1 hjá Televarpinum vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald