4. umfar í FA Cup varð leikt í vikuskiftinum, og tað var als ikki óáhugavert. Serliga ikki í Shrewsbury, har ein av teimum seks javnleikunum var. Oddaliðið Liverpool var á odda 2-0 móti triðjideildarliðnum, men Jason Cummings skoraði tvær ferðir, og harvið er umdystur neyðugur.
Les eisini: Shrewsbury vendi 0-2 til 2-2 móti oddaliðnum í Premier League
Tann dystin fara Jürgen Klopp og hansara menn ikki at møta upp til. Eins og í desember skal U23 liðið (eykaliðið) royna at spæla Liverpool víðari í einum steypadyst. Tá tapti Liverpool 5-0 fyri Aston Villa, og tá vóru Mané, Salah, Van Dijk og hinir í Katar og vunnu HM fyri lið. Nú vera fyrstaliðsleikararnir í vetrarferiu. Premier League hevur lagt eina feriu inn, har liðini hava áleið tvær vikur uttan dyst. Hetta er fyri, at leikararnir fáa ein stegð eftir hørðu dystarskránna seinastu smáu tveir mánaðirnar.
Klopp rósti í samrøðu eftir dystin, at tað var eitt flott comeback av Shrewsbury, men at hann ikki fór at møta upp til umdystin, og tað fara eingir av leikarunum, ið vanliga spæla heldur ikki. Týski venjarin hevur í dag váttað og útgreinað, at hann fer at gera hetta og hví. Klopp vísti millum annað á, at FA, ið ikki er samanbundið við Premier League, hevur tikið eina óskiljandi avgerð uttan samráð við nøkur fótbóltsfólk við at leggja dystin í fyrstu vikuni í februar - eitt tíðspunkt ið var tilætlað til vetrrferiu.
Ymiskt er, hvat fólk í fótbóltsheiminum halda um hetta. Summi meta, at Klopp hevur í prinsippinum rætt, tí at tann tiltrongda frítíðin uttan dyst var ætlað til júst tað. Klopp hevur leingi víst á, at dystarskraín er ov tøtt hjá ensku liðunum. Onnur vísa tó á, at hetta meira er grenj, og at tað er ikki at hava virðing fyri kappingina og fyri Shrewsbury. Formaðurin hjá felagnum úr League 1 er sera ónøgdur og firtin - venjarin hevur tó sagt, at hann skilir væl støðuna. Umdysturin er settur til um eina viku, týsdagin 4. februar á Anfield.
Seks umdystir skulu spælast áðrenn fyrstu vikuna í mars. Dato er ikki ásett enn á allar.
FA Cup, 5. umfar (verður leikt 3-5 mars):
Portsmouth - Arsenal
Sheffield Wednesday - Manchester City
Umdystir:
Chelsea - Shrewsbury Town / Liverpool
Leicester City - Coventry City / Birmingham City
Northampton Town / Derby County v Manchester United
Southampton - Tottenham Hotspur / Norwich City
West Bromwich Albion - Newcastle United / Oxford United
Reading / Cardiff City - Sheffield United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald