2019-01-28 18:52
EM og DM kapping í innandura rógving var í Danmark um vikuskifti, og Sunneva Lamhauge Leo, Bjarni Skorastein og Emma Langgaard Nagurset úr róðrarfelagnum Tindi luttóku. Tey komu heim við ikki minni enn tveimum gull og tveimum silvur heiðursmerkjum, umframt at tey eisini fingu eitt fjórða pláss.
Í hesum sambandi skipaði kommunan fyri móttøku í Bovling í Leirvík í gjár fyri at heiðra ungu rógvarunum.
Sí fleiri myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald