Fótbóltur

Eysturoyaruppgerð setur 4. umfar í gongd

NSÍ tekur ímóti Vìkingi í kvøld, og lagt er upp til spennandi dyst við Løkin.

Víkingur tapti í Havn sunnudagin, og Sølvi Vatnhamar og liðfelagirnir hava aftur í kvøld torføra uppgávu á útivølli
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur tapti í Havn sunnudagin, og Sølvi Vatnhamar og liðfelagirnir hava aftur í kvøld torføra uppgávu á útivølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-06 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

4. umfar Í Betrideildini fer í gongd í kvøld, og lagt verður út við einum brakið. Tað eru NSÍ og Vìkingur ið hittast, og tað eru týdningamikil stig uppá spæl. 

Eysturoyarliðini taptu bæði uppiborið seinasta vikuskifti og liggja við fýra stigum undan dystinum í kvøld. Víkingur og NSÍ byrjaði kappingarárið við at vinna á ávíkavist ÍF og EB/Streymi, í 2. umfari spældu bæði javnt ímóti øðrum "topp-fimm liðum" (KÍ og HB), og í seinasta umfari taptu tey bæði við tveimum málum á útivølli (á Skála og í Gundadali) 

Frá tí at Víkingur varð stovnað í 2008, hevur felagið úr Eysturkommunu havt gott tak á NSÍ. Tað er tó merkisvert, at runavíkingar hava vunnið tríggar tær seinastu ferðirnar, sum teir hava vitjað í Sarpugerði (eina ferð í 2017 og í báðum dystunum í fjør) Við Løkin, har dysturin í kvøld verður leiktur, plagar Víkingur tó at standa seg sera væl. Liðið vann har í fjør og eisini ein av dystunum av 2017 - Vìkingur hevur vunnið ein dyst í Runavík hvørt kappingarár síðani 2014. 

Sámal Erik Hentze er aftur har, sum hann var venjari í fjør. Uppgávan hjá hansara liðið er, eins og tann hjá liðnum hjá Guðjóni þórðarssyni: At reisa seg og at nærkast oddinum. B36 hevur fult stigatal og spælir ímóti grannunum HB í morgin, so nógv kann henda í oddinum hetta umfari. 

Hjá Vìkingi hevur Atli Gregersen leikbann, eftir at liðformaðurin fekk reyða kortið móti HB seinast. 

Fyrsta bríksl við Løkin er klokkan 19.00 - tað er Eiler Rasmussen, ið dømir dystin. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni hjá Portalinum og eftir dystin taka vit samanum. Dysturin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum. 

4 .umfar: 

4 06.04.19 19.00   NSÍ Víkingur
4 07.04.19 15.00 TB EB/Streymur  
4 07.04.19 15.00 B36 HB  
4 07.04.19 16.30 ÍF  
4 07.04.19 17.00 AB Skála

Støðan undan 4. umfari: 
1. B36 (9 stig)
2. Skála (6 stig)
3. KÍ (5 stig)
4. HB (5 stig)
5. Víkingur (4 stig)
6. TB (4 stig)
7. NSÍ (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder