Fótbóltur

FA Cup: Chelsea og Liverpool bresta saman í kvøld

Seint í kvøld verður møguliga greitt, hvør helmingurin av liðunum í fjórðingsfinaluni í heimsins elstu steypakappingini verður. Fyrsta áttandapartsfinalan varð leikt í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-03 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arsenal vitjaði Portsmouth í gjárkvøldið. Liðið hjá Mikel Arteta vann 2-0 á liðnum úr triðbestu deildini. 

Í kvøld er greitt størstur spenningur um dystin millum Chelsea og Liverpool. Óvist er, hvussu oddaliðið í Premier League fer at stilla upp, men tað verður allarhelst í nakað sterkari uppstilling enn í umdystinum móti Shrewsbury í seiansta umfari, har U23-liðið sigraði.

Harvið spældu ungu menninir stórfelagið víðari, og møguleikin fyri The Double og The Treble er framvegis til staðar hjá Liverpool, hóast Jurgen Klopp ikki tykist hava stóran áhuga í at uppnáa hetta. Chelsea er í einum ringum stima í løtuni, men skal í kvøld royna at stríða seg til eitt gott steypaúrslit. 

Tvey Premier League-feløg skulu royna seg á útivølli móti liðum úr næstbestu deildini. 

FA Cup 1/8-finalurnar (5. umfar):
02.03:
Portsmouth - Arsenal 0-2 (0-1)
45' (+4) Sokratis 0-1
51' Eddie Nketiah 0-2

03.03: 
20.45: Chelsea - Liverpool 

21.00: Reading - Sheffield United
          West Bromwich - Newcaslte

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder