Fótbóltur

FA Cup fótbóltur á skránni í dag

Tríggar áttandapartsfinalur eru á skránni í dag. City er á vitjan hjá Newport úr fjórðbestu deildini.

City vann heili 6-0 á Chelsea sunnudagin. Í dag vitjar liðið í Wales, har Newport úr fjórðbestu deildini tekur ímóti
(Mynd: EPA)

City vann heili 6-0 á Chelsea sunnudagin. Í dag vitjar liðið í Wales, har Newport úr fjórðbestu deildini tekur ímóti (Mynd: EPA)

2019-02-16 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vikuskifti er merkt av, at eingin Premier League fótbóltur er á skránni í Onglandi. Ístaðin er FA Cup fótbóltur á breddanum. 

12.30: Brighton - Derby (TV3 MAX/ Viaplay)
15.00: Wimbledon - Millwall (6'arin/Viaplay)
17.30: Newport - Manchester City (6'arin/Viaplay)

Talan er um 5. umfar, áttandapartsfinalurnar, í kappingini. Tann fyrsta 1/8 finalan var í London í gjár, har Watford vann 1-0 á QPR úr The Championship. Tað er annars merkisvert, at av teimum 16 liðunum ið spældu seg til 5. umfar vóru bert sjey, tað vil siga minni enn helmingurin, úr Premier League. 

Í dag hava tvey Premier League lið afturat møguleika at koma víðari til kvartfinaluna. Bæði eru favorittur - City er tó væl størri enn Brighton, tí liðið hjá Guardiola er á vitjan hjá Newport í Wales. Har megnaði Tottenham ikki at vinna í kappingini í fjør, men hetta er ein dystur, ið City burdi vunnið. Í Suðuronglandi vitjar spennandi Derby-liðið hjá Frank Lampard. Tað er als ikki óhugsandi, at eitt av fremstu liðunum í Championship megnar at koppa Premier League-felagnum, ið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. 

Í London er ógvuliga áhugaverd grannauppgerð ímillum lið ið hava koppað Premier League-feløgum í undanfarna umfarinum. Wimbledon úr triðbestu deildini vann á West Ham og Millwall úr The Championship sló Everton út. Talan er um lið við nógvum vilja, og sum fara at leggja alt fyri at koma víðari til kvartfinaluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder