Um vikuskifti hevur triðja umfar í FA Cup verið leikt. 64 lið hava dystast um plássini í 4. umfari, ið verður leikt seinasta umfar í januar.
Í gjárkvøldið vitjaði oddaliðið í The Championship á Emirates í seinasta dystinum í umfarinum. Leeds var greitt omaná í 1. hálvleiki men megnaði ikki at skora. Eftir stegðin tók Arsenal yvir og spældi væl. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik skoraði Reiss Nelson einasta málið í dystinum, og liðið hjá Arteta fekk enn ein sigur.
Lutakastið til komandi umfar var í gjárkvøldið.
4. umfar:
Manchester City – Fulham
Bournemouth – Arsenal
Brentford – Leicester City
Hull City – Chelsea
Burnley – Norwich
Millwall – Sheffield United
West Ham – West Brom
QPR – Sheffield Wednesday
Northampton – Derby County
Portsmouth – Barnsley
Ein fjórðingur av dystinum endaðu við javnleiki, og tí verða hesir umdystirnir leiktir áðrenn 24. januar.
Bristol City/Shrewsbury – Liverpool
Bristol Rovers /Coventry - Birmingham
Southampton – Middlesbrough/ Tottenham Hotspur
Rochdale/Newcastle – Oxford
Watford/Tranmere Rovers – Wolverhampton Wanderers/Manchester United
Reading/Blackpool – Cardiff City/Carlisle United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald