
Høvuðsvenjarin hjá Liverpool er komin í andglettin. Í desember fekk hann áleið 70,000 krónur í bót fyri at renna inna á vøllin í ovfarakæti, tá Liverpool í 95.minutti tryggjaði sær sigurin á Everton. Nú er greitt, at FA aftur vil revsa Klopp fyri hansara atburð.
Hendingin ið talan er um, fór fram eftir dystin ímóti West Ham mánadagin 4. februar. Jürgen Klopp segði í viðtalu við Sky Sports eftir dystin, at dómarin, Kevin Freind, í hálvleikinum visti at Livepool hevði fingið eitt offside-mál viðurkent - Tað var leiðslumálið hjá Saido Mané í 1. hálvleiki, har James Milner, ið legði upp, týðiliga var rangstaddur. Hetta hevði sambært Klopp ávirkan á dømingina í 2. hálvleiki, í tann mun at Friend ikki vildi døma slíkt, sum gekk ímóti West Ham:
"Hóast tað ikki vóru avgerandi dømingar, so hjálpti tað okkum ikki"
Eftir seinasta bríksl var Klopp í ógvusligu orðadrátti við venjaran hjá West Ham, Manuel Pelligrini. Hann fór síðani beinleiðisyvir til dómaratrioina, og Friend og co. fingu av grovfíluni. Men tað vóru viðmerkingarnar í samrøðuni, ið sambært FA bróta lóg E3(1), ið snýr seg um at seta spurnartekin við reinlyndi hjá dómaranum og/ella rógva frammundir at dómarin hellur meira annan vegin.
Venjarin hjá Liverpool hevur til mánadagin at svara uppá skuldsetningarnar frá fótbólssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald