
Dugnaliga føroyska U19 unglingalandsliðið í hondbólti varð stórliga fagnað á Vaglinum í Havn fyri løtu síðani fyri flotta sigurin í EHF Championship kappingina í Bulgaria, sum tryggjaði bæði U19 liðnum og eisini U17 liðnum luttøku í EK-endaspælinum komandi summar.
Við skínandi heiðursmerkjum um hálsin traðkaðu ungu ungu menninir út á ráðhústrappurnar, meðan Havnar Hornorkestur spældi “Congratulations”. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunn Ellefsen forseti í hondbóltssambandinum og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, hildu røður og fagnaðu stóra avrikinum hjá dugnaligu hondbóltsspælarunum.
Og borgarstjórin nýtti – ikki óvæntað – høvið til at staðfesta, at hondbóltshøllin, sum allur føroyski hondbóltsheimurin eftirlýsir, er á veg. Innan stutta tíð kann væntast, at Føroya Arena við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum gerst veruleiki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Og hondbóltsforsetin takkaði fyri. Samstundis hevði Gunn Ellefsen eina aðra áheitan til allar kommunalpolitikarar, og tað er at lata ítróttarhøllirnar í landinum upp fyri ungdómi, so tær kunnu brúkast.
Tí felags fyri allar dreingirnar á hesum liðinum, og fyri øll onnur, sum koma langt í hondbólti, bæði her heima og uttanlands, er, at tey hava brúkt nógva tíð, helst meira tíð enn tey hava verið heima, til at venja og spæla í ítróttarhallum, segði HSF-forsetin.
Gunn Ellefsen veit, hvat hon tosar um. Hon er mamma at tveimum av dreingjunum, sum nú eru EHF Championship-meistarar og hava ambisjónir um at koma nógv longur við teirra hondbólti, nevniliga brøðurnar Elias og Róa Ellefsen á Skipagøtu.
-
Pauli Mittún við prógvinum fyri meistaraheitið (Mynd: Sverri Egholm)
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Pauli Jacobsen og Sveinur Olafsson
-
Hallur Danielsen, samskipari í HSF (Mynd: Sverri Egholm)
-
-
Heðin Mortensen rópar hurrá fyri hondbóltshetjunum
-
Rúni Vang Poulsen
-
Gunn Ellefsen, HSF-forseti
-
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti
-
-
-
Jana Mittún, sum eisini hevur gjørt vart við seg í evropeiskum hondbólti í summar
-
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
-
Ragnar Rubeksen nýtti høvi at taka mynd saman við nøkrum av sínum næmingum í Hoyvíkar skúla (Mynd: Sverri Egholm)
-
-
Høgni Hoydal, hondbóltsfjeppari
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald