Hondbóltur

Fara eftir at gera fjórðingsfinaludreymin til veruleika móti Fraklandi

Føroysku U21-menninir spæla lykladyst í kvøld klokkan 17.30. Talan er um fyrra dystin í HM-meginumfarinum. Hesir árgangirnir hava áður sigrað móti Fraklandi.

Føroyingar hava higartil ikki tapt í Arena Katowice. Nú bíðar ein ógvuliga stór og møguliga avgerandi uppgáva móti Fraklandi (Mynd: IHF/Kolektiff)

Føroyingar hava higartil ikki tapt í Arena Katowice. Nú bíðar ein ógvuliga stór og møguliga avgerandi uppgáva móti Fraklandi (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-23 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Boðað verður frá nógvum regni her í kvøld. Man kundi sagt: Kendar umstøður hjá føroyingum. Men inni í einari høll er slíkt líkamikið – uttan so at takið lekur. Tað ger tað okkum vitandi ikki í Arena Katowice, har Føroyar hava havt sín heimstað í hesum HM-endaspælinum.

Og har síggja føroyingar út til at trívast væl: Sigur við fimm málum á Norðurmakedónia og við sjey málum á Rumenia hvør sínumegin ein javnleik móti Íslandi, sum var góðkendur eftir umstøðunum. Hetta gav samanlagt 1. plássið í bólkinum og tvey stig við víðari.

Føroysku fjeppararnir – í stóran mun familjur hjá spælarunum – hava sanniliga gjørt sítt til at stuðla, og spælararnir hava funnið sína rútmu: Føroyar liggja við 34,5 málum í miðal í endaspælinum. Nú verður stigið á mótstðuliðunum tað hægri, men føroyingar hava eina fasta trúgv um, at fjórðingsfinaluplássið kann røkkast.

- Tað hevur so at siga alt at siga, at vit fáa tvey stig við víðari. Harvið er tað allarhelst nóg mikið við einum sigri í meginumfarinum, men vit fara eftir sigri móti Fraklandi og Danmark, staðfestir liðskiparin Ísak Vedelsbøl fyri Portalinum.

Um tað skuldi eydnast at vinna seg í topp-átta, verður tað fyri triðju ferð fyri føroyskan hondbólt - og hjá Ísaki Vedelsbøl. Í 2023 vóru bæði U21-menn og U19-dreingir í HM-fjórðingsfinalu. Sterki strikuspælarin og miðverjin var í báðum kappingunum. Nú hugsar Sävehof-spælarin bert um at fáa Føroyar eitt fet víðari aftur.

Sí eisini: Liðformaðurin: Vit eru góðir vinmenn og stuðla hvørjum øðrum væl

Ísak Vedelsbøl hevði stóran leiklut til U21 HM í 2023 - sum 19-ára gamal - og var millum annað ógvuliga góður í minniliga sigrinum á Spania. Ísak er liðformaður og lyklaleikari, nú Føroyar aftur royna at koma í eina fjórðingsfinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)Ísak Vedelsbøl hevði stóran leiklut til U21 HM í 2023 - sum 19-ára gamal - og var millum annað ógvuliga góður í minniliga sigrinum á Spania. Ísak er liðformaður og lyklaleikari, nú Føroyar aftur royna at koma í eina fjórðingsfinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Føroyar víðari fyri triðju ferð av trimum U21 HM-bólkaspølum

Frakland og Føroyar kennast í hesum høpi

Tað var í august 2022, at hesir 2004- og 2005-árgangirnir hjá Føroyum veruliga gjørdu bart saman. Vegna koronufarsóttina sluppu teir ikki til European Open árini frammanundan. Men vegna avrikini hjá 02- og 03-árgangunum, saman við Óla Mittún, í 2021 fingu Føroyar pláss í bæði U20 og U18 EM-endaspølunum í 2022.

Spania og Svøríki, ið seinni endaðu við ávikavist gulli og silvuri, vóru ov sterk fyrstu dystirnar, men í triðja bólkaspælsdystinum vunnu Føroyar 29-26 á Fraklandi. Óli skoraði 13 av málunum, og føroyingar vístu styrki: Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vunnu á Fraklandi í hondbólti.

[object Object]
Fraklendingar fara at royna at gera alt fyri at steðga Óla Mittún, sum aftur hevur kós móti toppskjúttaheiti í einum endaspæli. Tað eydnaðist ikki so væl hjá teimum í U18 HM í 2022 (Mynd: EHF)

Sí eisini: Óli Mittún er HM-toppskjútti eftir bólkaspælið

Í EM-endaspælinum í fjør, vóru tað tó fraklendingar, sum vunnu lykladystin millum liðini í bólkinum. Eisini her var munurin trý mál, og Frakland fór frá móti endanum á dystinum.

Hetta vitnar um, at tað ikki er so stórur munur á liðnum. Fraklendingar hava stóra kropsliga styrki og samanlagt størri hondbóltsdygdir enn liðini, sum Føroyar hittu í bólkaspælinum. Men liðið spælir við høgum váða, og man kann skora nógv mál móti teimum. Julian Prat, sum var sterkur til EM í fjør, er heldur ikki við.

Lykladysturin

Danmark og Rumenia seta klokkan 15.15 hol á hendan bólkin. Har er Danmark, sum vann sín bólk og millum annað á Fraklandi við fýra málum, stórfavorittur. Eydnast tað Danmark á vinna á rumenum, er hurðin fyri føroyskari fjórðingsfinalu latin enn longur upp.

Liðini hava tey stigini við víðari, sum man vann móti tvey'arunum. Harvið standa Danmark og Føroyar í betri støðu enn hini bæði liðini, nú bólkarnir krossast. Føroyar hava á pappírinum betri møguleika móti Fraklandi enn móti Danmark, so farið verður eftir at avgera alt í tí fyrra umfarinum.

Frakland er so at siga kroyst at vinna á Føroyum, um sterka hondbóltstjóðin skal til HM-fjórðingsfinalu. Javnleikur ger eisini, at lív er í undan dystunum í morgin.

Dysturin í Arena Katowice byrjar klokkan 17.30. Hann kann stroymast her. Portalurin fer eisini at hava beinleiðis blogg.

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 2 stig (+7)
2. Danmark 2 stig (+4)
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)

Skráin í bólki III
Í dag, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
15.15: Danmark - Rumenia
17.30: Føroyar - Frakland

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

Tvey lið koma víðari til HM-fjórðingsfinalurnar

Sí eisini: Føroyar spæla móti Fraklandi mánakvøldið - móti Danmark týsdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder