Hondbóltur

Liðskiparin: - Vit eru góðir vinmenn og stuðla hvørjum øðrum væl

Eg haldi, at hetta og okkara hugburður gevur tey neyðugu 5-10 prosentini eyka, og at so nógvir kunnu koma inn og gera góðan mun, sigur Ísak Vedelsbøl um U21 HM-liðið. - Tað verður skegari nú, og vit fara eftir sigri móti Fraklandi og Danmark.

-  Vit missa ein av okkara týdningarmiklu spælarum í Róki móti Rumenia, men vit stilla okkum tættari saman og kempa víðari. Ísak setur í viðtalu við Portalin orð á føroyska hugburðin, avrikið í gjár og meginumfarið (Mynd: IHF/Kolektiff)

- Vit missa ein av okkara týdningarmiklu spælarum í Róki móti Rumenia, men vit stilla okkum tættari saman og kempa víðari. Ísak setur í viðtalu við Portalin orð á føroyska hugburðin, avrikið í gjár og meginumfarið (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-22 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Vit missa jú ein av okkara týdningarmiklu spælarum - en klett í verjuni. Men vit stilla okkum tættari saman og kempa víðari; tað er ikki nakað annað at gera. Vit hækka inntensitetin og fylla rúmið hjá Róki, og teir næstu tjúgu leikminuttirnir hjá okkum eru ekstremt góðir: Koma uppá +8 við at at spæla gott álopsspæl, sum vit so at siga altíð gera, og sjúkliga gott verjuspæl.

Soleiðis setur Ísak Vedelsbøl orð á sterka føroyska avrikið í bólkafinaluni móti Rumenia í gjár. Føroyar fóru veruliga frá liðnum, sum hevði vunnið hinar báðar dystirnar, eftir at Rókur Ziskason fekk eitt heldur bíligt reytt kort stutt fyri steðgin.

[object Object]
Ein hugtungur Rókur Ziskason eftir hansara bíliga reyða kort...

[object Object]Hann kundi tó skjótt sita og fegnast, tí liðfelagarnir lyftu byrðuna í avgerandi dystunum so væl (Mynd: IHF/Kolektiff)

- Tóki tók nærum tveir

Ísak og Rókur verja sum oftast saman í miðverjuni, men eftir reyða kortið fingu Føroyar veruliga fatur á nøkrum tingum. Tóki Friðriksson úr KÍF avloysti beinleiðis, og Búi Djurhuus Poulsen kom inn at dekka á bakkinum. Føroyska verjan fekk meira hædd, og rástyrki og snildni spældu væl saman. Ísak rósti serliga Tóka nógv, tá Portalurin tosaði við hann um avrikið; - Hann dekkar nærum tveir mans í løtum:

- Tóki kemur inn við einum ekstremum fysikki. Í fleiri førum dekkar hann so at siga tveir mans: Tá teir koma framvið mær, so mosar hann bara strikuspælaran, sum roynir at "screena" Tóka, og so tekur hann mannin, sum kemur inn ímóti og roynir at koma framvið. Vit fáa knúst teirra 7 móti 6 spælið og eisini við Búa, sum er so høgur og verjir væl: Vit hava so góða hædd, tá vit allir tríggir eru har...og Sasha fær víst sínar nógvu førleikar: Hann tekur so at siga alt eina løtu.

Sí eisini: 
Tóki Friðriksson: - Eg skuldi bara inn at gera mína uppgávu
Niklas Gaard: - Tað var kensluborið og deiligt

Vit spurdu Ísak Vedelsbøl, hvat liggur aftanfyri, at U21-landsliðið hevur hesa dygdina:

- Sjálvsálit og góður hugburður á liðnum. Vit allir eru góðir vinmenn og stuðla hvørjum øðrum so væl. Haldi tað er tað, sum gevur tey 5-10 eyka prosentini: At man er meira vísur í sær sjálvum og til dømis skjýtur væl: Vit síggja millum annað Niklas Gaard móti Rumenia, sum skorar átta mál og er ekstremt góður. Tá ávirkar tað ikki okkum neiliga, at teir fara høgt upp og taka Óla burturúr.

[object Object]

[object Object]
Niklas Gaard dagsins spælari - og liðfelagarnir fagna honum stórliga (Myndir: IHF/Kolektiff)

Sí eisini: Niklas Gaard varð dagsins maður

Sí eisini: Óli Mittún er HM-toppskjútti eftir bólkaspælið

- Stigini merkja nógv men fara eftir tveimum sigrum

Til seinast í prátinum koma vit inn á spennandi uppgávurnar í meginumfarinum. Ísak Vedelsbøl hevur roynt hetta fyrr - í Týsklandi fyri tveimum árum síðani.

Hann sigur, at tað at Føroyar vunnu bólkin og fingu tvey stig víðari kann merkja heilt nógv. Samstundis ger sterki strikuspælarin við 20 HM-málum higartil greitt, at Føroyar fara eftir samanlagt fýra stigum í morgin og týsdagin.

- Tað verður mega skeg at spæla hesar stóru dystirnar. Tað merkir næstan alt, at vit fingu tvey stig við, tí so haldi eg, at tað er nóg mikið at vinna annan dystin. Men vit fara at gera alt fyri at vinna báðar - móti Fraklandi og Danmark.

Ísak Vedelsbøl hevði stóran leiklut til U21 HM í 2023 - sum 19-ára gamal - og var millum annað ógvuliga góður í minniliga sigrinum á Spania. Ísak er liðformaður og lyklaleikari, nú Føroyar aftur royna at koma í eina fjórðingsfinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)Ísak Vedelsbøl hevði stóran leiklut til U21 HM í 2023 - sum 19-ára gamal - og var millum annað ógvuliga góður í minniliga sigrinum á Spania. Ísak er liðformaður og lyklaleikari, nú Føroyar aftur royna at koma í eina fjórðingsfinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Føroyar víðari fyri triðju ferð av trimum U21 HM-bólkaspølu

Føroysku U21-menninir spæla í morgin, mánadagin 23. juni, klokkan 17.30. Dysturin móti Fraklandi kann vera lykladysturin; ein sigur kann senda Føroyar í HM-fjórðingsfinalu hjá U21, og hjá hesum árganginum, aðru ferð á rað.

-------------------------------------------------------------

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 2 stig (+7)
2. Danmark 2 stig (+4)
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)

Skráin í bólki III
Í morgin, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
15.15: Danmark - Rumenia
17.30: Føroyar - Frakland

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

Tvey lið koma víðari til HM-fjórðingsfinalurnar

Sí eisini: Føroyar spæla móti Fraklandi mánakvøldið - móti Danmark týsdagin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder