Fýra dystir í 3. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spælt í gjár. Sum væntað vunnu tey sonevndu topp-fýra feløgini.
KÍ kom tó í stróar trupulleikar á heimavølli móti NSÍ, har uppflytararnir vóru á odda 2-0 eftir 18 minuttir. Páll Andrasson Klettskarð og Árni Frederiksberg tryggjaðu tó KÍ stigini.
Páll Klettskarð stórfegnast eftir sítt seinna mál í 3-2 sigrinum. Hann er nú toppskjútti í Betrideildini við seks málum (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingarnir halda á við at vinna: Í gjár varð talan um 16. sigurin á rað í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
Seinasti dysturin í 3. umfarinum verður í Sørvági í kvøld klokkan 18, har EB/Streymur vitjar.
Betrideildin 3. umfar
Í gjár, 2. páskadag
KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)
12' Sjálvmál 0-1
19' Petur Knudsen 0-2
28' Páll Andrasson Klettskarð 1-2
62' Páll Andrasson Klettskarð 2-2
66' Árni Frederiksberg 3-2
Sí eisini:
Føroyameistararnir vendu 0-2 til 3-2
(Video): Páll Klettskarð: - Vit eru á einum góðum staði
(Video): Petur Knudsen: - Vit burdu vunnið hendan dystin
Myndir: KÍ - NSÍ
HB - ÍF 4-0 (1-0)
42' Mohammed Samba
51' Hanus Sørensen
57' Sammy Skytte
62' Áki Samuelsen
Víkingur - B68 2-0 (0-0)
53' Finnur Justinussen 0-1
67' Poul Kallsberg 0-2
(Video): Finnur Justinussen: - Dugi at síggja okkum heilt har uppi
Myndir: Víkingur - B68
Skála - B36 1-4 (0-2)
28' Bjarki Nielsen 0-1
44' Zean Dalügge 0-2
47' Marius Kryger Lindh 0-3
79' Carlos Ferreira 1-3
90 (+7)' Gutti Dahl-Olsen 1-4
Reyð kort:
Thomas Lillo, B36 (51')
Teitur Poulsen, Skála (90+5')
Í dag, týsdagin 2. apríl
18.00: 07 Vestur - EB/Streymur
Støðan:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. NSÍ 3 stig
6. 07 Vestur 3 stig *
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig *
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald