Tríggir dystir eru leiktir í Premier League í dag. Í øllum trimum dystinum vunnu favorittarnir.
Manchester City vann 1-0 á útivølli ímóti Sheffield United. Einsamalla málið í dystinum skoraði Kyle Walker.
Chelsea vann á útivølli ein sannførandi 3-0 sigur á Burnley. Málini hjá Chelsea skutu Hakem Ziyech, Kurt Zouma og Timo Werner.
Á Anfield vann Liverpool 2-1 ímóti West Ham. Tað vóru annars gestirnir, ið løgdu seg á odda við málið frá Pablo Fornals, tá tíggju minuttir vóru leiktir. Beint fyri steðgin javnaði Mohammed Salah, tá hann umsetti brotsspark til mál. Sigursmálið kom fimm minuttir fyri tíð, tá Diogo Jota skoraði.
Í morgin er fýra dystir á skránni, har millum annað Manchester United tekur ímóti Arsenal.
Premier League 31.10.2020
Sheffield United – Manchester City 0-1
Burnley – Chelsea 0-3
Liverpool – West Ham 2-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald