Fótbóltur

Favorittarnir vunnu tryggar heimasigrar

City er aftur oddalið, Tottnham opnaði sín nýggja leikvøll við sigri, og Chelsea vann eisini í London.

Tottenham kundi hátíðarhalda fyrsta dystin á Tottenham Hotspur leikvøllinum við trimum stigum
(Mynd: EPA)

Tottenham kundi hátíðarhalda fyrsta dystin á Tottenham Hotspur leikvøllinum við trimum stigum (Mynd: EPA)

2019-04-03 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í teimum trimum dystunum í Premier League í kvøld vóru tríggir greiðir favorittar. City kundi legja seg framum Liverpool aftur ovast á stigatalvuni. Liðið hevði, eins og Tottenham og Chelsea ið kappast um Champions League-pláss, heimavøll og skuldi vinna í kvøld. Hetta gjørdist eisini veruleiki: 

Chelsea - Brighton 3-0 (1-0)
1-0 Oliver Giroud 
2-0 Eden Hazard 
3-0 Ruben Loftus-Cheek

Manchester City - Cardiff 2-0 (2-0)
1-0 Kevin De Bruyne
2-0 Leroy Sané

Tottenham - Crystal Palace 2-0 (0-0)
1-0 Heung-Min Son
2-0 Christian Eriksen

Tottenham byrjaði væl á sínum nýggja og snotiliga leikvølli. Heimaliðið var greitt omaná í spælinum og fekk hol á tíggju minuttir inn í 2. hálveik, tá Eriksen vann bóltin, og fann Son ið rakti eitt bein á vegnum inn í málið. Tíggju minuttir fyri tíð lukkaði Eriksen dystin. Søguligur og umráðandi sigur hjá liðnum hjá Pochettino, og sigurin kundi verið størri.

Pep Guardiola og hansara menn sótu fullkomiliga á dystinum móti Cardiff og avgjørdi hann í 1. hálvleiki. Hetta var 13. sigurin á rað í øllum kappingum hjá City, ið svaraði aftur eftir sigurin hjá Liverpool sunnudagin. 

Chelsea greiddi eisini sína skyldu. Í sínum fyrsta dysti frá byrjan í Premier League legði stórtalentið Callum Hudson-Odoi upp til fyrsta málið, ið setti gongd á stutt áðrenn hálvleik. Heimaliðið avgjørdi dystin í 2. hálvlki, har Loftus-Cheek bæði legði upp og skoraði. 

Oddurin í Premier League: 
Manchester City 80 stig 
Liverpool 79 stig
---------------------
Tottenham 64 stig
Arsenal 63 stig *
Chelsea 63
Manchester United 61 stig

* Ein dyst færri




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder