Fýra dystir í steypakappingini vórðu leiktir í gjár - tveir hjá kvinnum og tveir hjá monnum. Tveir verða leiktir í kvøld - ein hjá kvinnum og ein hjá monnum - og báðir hava stóran týdning í bólkunum.
Kvinnur:
2. umfar
Bólkur 1:
Um Stjørnan vinnur á teimum grønu í kvøld, er alt púra opið undan grannauppgerðini. Livur Kyndil upp til favorittheitið í Klaksvík, verður talan um bólkafinalu mikudagin.
Sunnudagur 26.01 (í dag):
19.00 Stjørnan – Kyndil
Mikudagin 29.01:
18.00 Kyndil – Neistin
Neistin 2
Kyndil 0
Stjørnan 0
Bólkur 2:
Fyri tveimum vikum síðani vunnu hoyvíkskvinnur greitt í Vestmanna í SMS-deildini. Í gjár hevði verjan hjá VÍF tó sera gott tamarhald á gestunum og vann við fýra málum. Tað merkir, at VÍF er víðari, meðan H71 skal royna at avgerða tað ímóti StÍF, sum í málríkum dysti á Skála í gjár helt lív í vónini um hálvfinaluna.
Leygardagin 25.01.20 (í gjár):
StÍF – VB 33-28 (16-14)
Toppskjúttar: Karina Berg Høgnesen 11 mál, Dajana Komenda 9 mál
VÍF – H71 19-15 (10-8)
Toppskjúttar: Agnas Olsen 5 mál, Maria H. Weyhe 6 mál
VÍF 4
H71 2
StÍF 2
VB 0
Menn
2. umfar
Bólkur 1:
Eins og hjá kvinnunum frammanundan, endaði tað 19-15, tá H71 2 gav sterkasta VÍF-liðnum ein skarpan gang. Í 1. hálvleiki komu bert 11 mál, og liðini høvdu hvør sín málturk á 11 minuttir. Tað eydnaðist hjá teimum ungu hoyvíkingunum at tálma Filip Jojic, men leiðslan hjá heimaliðnum gjørdist í 2. hálvleiki ov stór til at hála inn á. KÍF hevði framvegis havt ein møguleika, um H71 2 hevði vunnið, men nú eru VÍF og H71 1 víðari, og skulu tey spæla um 1. plássið um eina viku.
Mikudagin 22.01:
H71 – KÍF 28-24 (16-12)
Toppskjúttar: Nicklas Selvig 7 mál, Pætur Thomsen og Vilhelm Poulsen 6 mál
Les um dystin her
Sí myndir her
Leygardagin 25.01 (í gjár)
VÍF – H71 2 19-15 (6-5)
Toppskjúttar: Sjúrður Olsen, 4 mál, Bogi Hansen, 4 mál
H71 4
VÍF 4
KÍF 0
H71 2 0
Bólkur 2:
Kyndil vann greitt á Team Klaksvík, ið nú ikki kann røkka hálvfinaluni. Hjá Kyndli sær gott út. Um Neistin ikki vinnur á StÍF í kvøld, so eru teir grønu víðari - annars er nóg mikið við einum stigi á Skála leygardagin fyri at koma víðari. Neistin hevur knívin á barkannum í kvøld.
Leygardagin 25.01 (í gjár):
Kyndil – Team Klaksvík 31-22 (17-10)
Toppskjúttar: Rógvi Dal Christiansen 9 mál, Sámal á Tjaldrafløtti 6 mál
Í dag:
19.00 Neistin – StÍF
Kyndil 4
StÍF 2
Neistin 0
Team Klaksvík 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald