FC Suðuroy brynjar seg nú av álvara til tilveruna í 1. deild. Liðið fekk í fjør nakrar leikarar heim, og beint fyri jól kunngjørdi felagið, at Salmundur Bech, sum í fjør spældi við NSÍ í Betrideildini, hevur skrivað undir sáttmála. Málverjin Rani Nolsøe Johannesen er eisini komin aftur eftir nøkur ár í Danmark.
Í hesari vikuni hevur FC Suðuroy kunngjørt tveir nýggjar leikarar. Talan er í báðum førum um útlendskar leikarar.
Fyrr í vikuni skrivaði FC Suðuroy, at ein 21-ára gamla norskur álopsspælari verður at síggja vesturi á Eiðinum. Ein eitt-ára sáttmáli er gjørdur við Christian G. Njøten, ið er eitt felag í Oslo, har besta mansliðið í fótbólti spælir í fjórðbestu norsku deildini. Umframt at spæla í 1. deild, so verður Christian eisini partur av venjaratoyminum á gentusíðuni.
Dennis Nielsen, liggjandi við liðskiparabandinum um armin, í Jóansøkudystinum í Vági í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hin styrkurin varð kunngjørdur í dag. Talan er um ein gamlan kenning í Suðuroynni. Í 2018 spældi 29- ára gamli Dennis Rasmussen Nielsen allar minuttirnar í Betrideildini fyri TB/FCS/Royn. Miðverjin, ið kom úr Egersund í Noreg, har Patrik Johannesen júst er farin til, var ein lyklaleikari hjá liðnum hjá Glenn Ståhl og til tíðir liðformaður. Samanlagt spældi Dennis Nielsn 30 dystir fyri felagsliðið og skoraði eitt mál. Hann var við til at spæla TB/FCS/Royn í hálvfinalurnar í styepakappingini - við sigrum á KÍ og Víkingi.
Eftir tíðina í Føroyum flutti danin til Avstralia, har hann spældi fyri Box Hill United. Í komandi mánaða flytir hann til Vágs saman við familjuni - Dennis Nielsen skal eisini verða U17 venjari í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald