Fótbóltur

FC Suðuroy í samstarv við afrikanskt fótbóltsakademi

Avtala er longu gjørd við tveir leikarar at spæla við felagnum – ein úr Ghana og ein úr Nigeria.

Emmanuel Andorful er longu byrjaður í FC Suðuroy

Emmanuel Andorful er longu byrjaður í FC Suðuroy

2022-07-14 08:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsfelagið í Vági og sunnara parti av Suðuroynni, FC Suðuroy, gongur nú nýggjar leiðir til tess at tryggja sær tilgongd av leikarum til besta liðið.

Felagið er farið í samstarv við eitt fótbóltsakademi í Ghana, Faith Soccer Academy, sum eitt nú merkir, at felagið fær leikaratiltongd frá akademinum, skrivar Suðurrás.

- Henda tilgongd fer at lyfta støðið á venjingunum og á tann hátt verða okkara egnu leikarar eisini mentir enn  meiri. Samstarvið við fótbóltsakademiið er eisini ein greiður liður í ætlanini hjá FC Suðuroy at menna besta mansliðið, soleiðis at FC Suðuroy aftur verður at síggja í fremstu deildini í føroyskum fótbólti, verður sagt.

Liðítróttin í Suðuroy hevur avbjóðingar við at talið á leikarum í vaksnamannadeildini er avmarkað og hartil er stór útskifting, tí eftir loknan fólkaskúla gongur leiðin hjá teimum flestu á miðnámsskúla og síðani á framhaldandi útbúgving uttan fyri Suðuroynna.

Hesa støðuna kennir FC Suðuroy eisini við, tí síðan kappingarlok 2021 hevur felagið mist 11-12 leikarar – eitt heilt fótbóltslið

Fyrstu tveir leikararnir eru longu komnir til Vágs, sum úrslit av samstarvinum við akademiið í Ghana. Talan er um ghanesiska miðvallaleikaran, Emmanuel Andorful, ið fyllir 19 ár í morgin, sum kom til Vágs fyrr í summar, og í næstum kemur 20 ára gamli verjuleikarin Jimmy Abdul, sum er úr Nigeria, eisini til Vágs.

Eftir stuttan steðg byrjar venjingin hjá FC Suðuroy aftur leygardagin, skrivar Suðurrás. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder