Síðsta kappingarár var hann toppskjútti hjá Trabzonspor, tá felagið vann turkiska meistaraheitið. Fyrr í mánaðinum eydnaðist honum ikki at skora móti sínum gamla felagið FCK, og donsku meistararnir vóru omaná samanlagt.
Les eisini: FCK einasta norðurlendska liðið eftir í Champions League
Danska stórfelagið, ið hevur fingið eina sera ringa byrjan í Superligaini, hevur tó sæð út til at mangla ein áleypara, og í hesari vikuni er tað eydnast at fáa eina avtalu í lag við Trabzonspor um Andreas Cornelius.
29-ára gamli Cornelius er uppvaksin á Amager og hevur spælt fyri millum annað Fremad Amager og FCK í ungdómsárunum. Í 2012 breyt hann ígjøgnum hjá FCK og í samanlagt fýra kappingarárum fyri leyvurnar - yvir tvey tíðarskeið - spældi hann yvir 150 dystir og skoraði 61 mál.
Síðani hevur høgi áleyparin spælt við Atalanta og Parma í Seriu A, Bordeaux í Fraklandi og so Trabzonspor, har hann veruliga gjørdi vart við seg. Cornelius hevur níggju mál í 41 landsdystum fyri Danmark og hevur verið við til tvey endaspøl.
Keypsprísurin liggur umleið 45 milliónir krónur, sambært donskum miðlum. Andreas Cornelius hevur í dag verið til læknakanning í Keypmannahavn, har hann eisini skal skal semjast við FCK um persónligu viðurskiftini.
45 milliónir krónur er eisini prísurin, ið FCK helsr fær fyri spaniólan Pep Biel, ið vil royna nakað nýtt. Álopskendi spanski leikarin skiftir helst til Olympiakos í kvøld, men sambært fleiri donskum miðlum koma leikarar inn ígjøgnum hurðina á Eysturbrúgv eisini. Vinstri bakkurin hjá Viborg, Christian Sørensen, sigst at vera á veg og møguliga eisini Thomas Delaney.
FCK er í bólki við Manchester City, Sevilla og Borussia Dortmund í Champions League-bólkaspælinum, ið byrjar um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald