FCK kemur helst at møta hinum mótstøðuliðnum hjá HB í Evropa í summar í seinasta umfarinum undan bólkaspælinum. HJK Helsinki spældi 1-1 javnleik í Lettlandi í seinastu viku og er favorittur at koma víðari hóskvøldið.
Vinnarin í Helsinki skal møta FCK, ið tó heldur hevði vilja spælt ímóti Young Boys í Champions League. Í gjárkvøldið spældu FCK og Reyða Stjørna 120 minuttir, og skutu 22 brotsspark áðrenn serbiska liðið kundi fegnast. Lagnunnar speisemi vildi tað so, at tað var Jonas Wind, ið so kaldliga javnaði úr ellivu metrum í Beograd í seinastu viku, ið brendi brotsspark nummar ellivu hjá FCK. Heimaliðið brendi samanlagt fimm ferðir, og hevði møguleikan at avgera tað tvær ferðir.
(Milan Borjan, málverjin ið hevði fleiri umráðandi bjargingar teir 120 minuttirnar, og fýra í brotssparkskappingini, saman við málskjúttanum, Richmond Boakye. Aftanfyri eru teir áleið 2000 fegnu áskoðarnir úr Serbia, ið settu sín dám á - Mynd: EPA)
FCK hevði eisini møguleikan at avgera alt áðrenn brotssparkskappinginia. Reyða Stjørna kom á odda eftir eitt korter, men annars var FCK omaná í spæli og møguleikum, og eftir eitt vælleikt álop var Dame N'Doye hægstur eftir gott innlegg frá Pierre Bengtsson - tveir leikarar ið brendu í brotssparkskappingini. Beint eftir hálvleik fekk útiliðið reytt kort, og serliga ímóti endanum av vanligu leiktíðini og í longdi leiktíðini var power play kring serbiska brotsteigin, men FCK misnýtti møguleikarnar.
Í fjør kom liðið hjá Ståle Solbakken víðari eftir brotsspørk í Europa League-undankappingi - hesaferð endaði gysari í Parkini, frammanfyri 30.000 larmandi áskoðarum, við at FCK varð sent yvir í Europa League.
(Norðurírar, her í stríðið við HB í Gundadali, spældu seg aftur víðari - Mynd: Olaf Olsen)
Har er Linfield framvegis. Norðurírsku meistararnir vunnu 3-2 samanlagt á HB í undanfarna umfari og spældu seg í gjárkvøldið víðari. Tað endaði 3-2 á Windsor Park, har 3-2 málið eitt korter fyri tíð punkteraði uppgerðini, har Sutejska úr Montenegro spældi við einum leikara í undirtali í 55 minuttir. Harvið hevur Linfield framvegis møguleikan at røkka bólkaspælinum á fyrsta sinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald